Tónleikarin Høgni Reistrup hevur latið út annað staklagið av komandi útgávuni ”Áðrenn vit hvörva”.
Nýggja lagið eitur ”Hvar fara tankarnir, tá eygu tíni leita út á hav” og verður við á útgávuni ”Áðrenn vit hvörva”, ið kemur út í oktober.
Føroyski lagsmiðurin hevur arbeitt við útgávuni seinastu tvey árini. Janus Rasmussen og Ólavur Jákupsson hava framleitt nýggju løgini.
Tað er plátufelagið Tutl, sum gevur fløguna út.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra nýggja lagið.