Bókin kallast Heimsins nalvi – Føroyskur uttanríkispolitikkur í fjórðingsøld og viðger uttanríkispolitisku støðu Føroya úr einum breiðum sjónarhorni.
Fróðskaparsetri skrivar, at 17 høvundar við ymiskum bakgrundum lýsa og greina føroysk uttanríkisviðurskifti úr ymsum sjónarhornum. Bókin viðger millum annað vinnuliga og tjóðskaparliga menning í 19. øld, heimskríggj og samráðingar um fiskimørk undir kalda krígnum, fyrstu sendistovurnar um aldarskiftið, yvirtøkur av málsøkjum og hvussu uttanríkispolitiska virksemið áhaldandi er víðkað í 21. øld. Millum høvundarnar eru granskarar, embætisfólk og journalistar, sum allir hava lagt seg eftir at skriva til almenningin.
Ritstjórnað hava Regin Winter Poulsen, Jens Christian Svabo Justinussen, Rógvi Olavson og Heini í Skorini.
Hetta er fyrsta bók, sum viðgerð føroyskan uttanríkispolitikk burturav. Og evnið gerst alsamt meiri átrokandi, nú heimurin er í broyting. Bókin er ætlað øllum, ið forvitnast um støðu Føroya í heiminum, og hvagar leið Føroya gongur.
Í sambandi við útgávuna tann 2. apríl var útgávutiltak á Søgu- og samfelagsdeildini við framløgum um bókina. Har bar Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, fram tøkk til Árna Olafsson, sum í mong harrans ár arbeiddi sum serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska Uttanríkisráðnum. Røðan kann lesast her.