Síðani juni 2024 hevur verið arbeitt við at gera eitt nýtt vatninntak í Hósvík.
Tað er Sp/f Urtagarðstænastan, sum hevur tikið sær av arbeiðnum, og PBC hevur projekterað og havt eftirlitið við arbeiðnum.
- Samlaði kostnaðurin við projektering, byggileiðslu og eftirliti er umleið 1,8 milliónir krónur.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
Her verður lagt aftrat, at í gjár varð arbeiðið, sum er gjørt, gjøgnumgingið og handað kommununi.
- Nýggja vatninntakið í Hósvík er tikið í nýtslu, verður lagt aftrat.
##med2##