O´Neill er fegin um sigurin móti Blackburn

Hesin dystur er ein, ið hevur ligið á láni í eina tíð, og varð so spældur mikukvøldið. Hatta var eisini einasti dystur í Premier League hetta kvøldið.

 

- Tað hevur verið ein fantastisk tíð, hesar seinastu vikurnar, segði O´Neill.

 

- Eg haldi at dysturin var nógv tættari enn úrslitið kanska hevur hug at vísa, men eg meti at vit vardu sera væl og Gareth (Barry) er aftur í stórformi.

 

Mark Hughes, venjarin hjá Blackburn helt eftir dystin, at dysturin var rættuliga javnur, og at úrslitið ikki talaði røttu søguna.

 

- Eg haldi at vit stóðu okkum sera væl og tað als ikki vóru fýra mál á muni millum liðini. Fyrsta hálva tíman áttu vit allan sum hann var, sigur Hughes og leggur afturat, at hann heldur at avgerandi løtan var tá dómarin bríkslar fyri brotsparki, og velur at reka Ryan Nelsen av vøllinum eftir 52 minuttir, tá tapa vit í veruleikanum dystin.

 

Við sigrinum eru Aston Villa komnir upp á 27 stig fyri 14 dystir, og gevur tað eitt sætta pláss, ájavnt við Liverpool á fimta plássi, men teir reyðu hava tó ein dyst á láni móti West Ham.

 

Blackburn kundu rokkið einum áttanda plássi, um teir vunnu mikukvøldið, men í staðin eru teir á einum nýggjunda plássi við 23 stigum eftir 14 dystir.

 

Fakta:

Blaackburn-Aston Villa 0-4 (0-1)

0-1: 29.min. Carew

0-2: 53.min. Barry (br.spk.)

0-3: 81.min. Young

0-4: 89.min. Harewood