Bøkurnar, sum Barrack Obama hevur skrivað, gingu sum heitt breyð undir valstríðnum, og tað sást aftur á sjálvuppgávu hansara Hvítu Húsini hava nú almannakunngjørt sjálvuppgávuna hjá Barrack og Michelle Obama fyri 2008, og talan er um stór tøl, skrivar Washington Post.
Sjálvuppgávan vísir, at meginparturin av inntøkunio hjá hjúnunum stavaði frá bókunum «The Audacity of Hope» og «Dreams From My Father». Sambært Washington Post fingu tey umleið 15 milliónir krónur burtur úr bókasølu í fjør. Aðrar inntøkur góvu umleið eina millión´krónur.
Obama forvann væl meiri burtur úr bókasølu í 2007. Tað árið seldi hann bøkur fyri næstan 25 milliónir krónur.
Washington Post skrivar, at Obama-hjúnini rindaðu 5 milliónir krónur í skatti í fjør. Herumframt góvu tey ymsum vælgerðarfelagsskapum eina millión krónur.