Obama skal leggja av

Í USA hevur Barack Obama, forseti, fingið tey ráð, at hann eigur at leggja av at roykja. Ráðini fekk hann, tá hann um vikuskiftið var til kanningar hjá sínum persónliga lækna, Jeffery Kuhl­man.

Undir valstríðnum segði Obama, at hann ætlaði sær at leggja av at roykja aftan á valstríðið, men seinni hevur hann viðgingið, at hann hevur fest sær í av og á, síðani hann kom í Hvítu Húsini.

Hann sigur, at hann hevur næstan lagt av nú, men at hann stríðist við ta seinastu trongdina.

Jeffrey Kuhlman sigur, at burtursæð frá roykingini hevður hann onga viðmerking til heilsustøðu ella livihátt forsetans.