Oceanic Days á pall

Trý ár seinni enn ætlað verður symfoniin, Oceanic Days, hjá Sunnleifi Rasmussen frumfranførd. Tað er Sinfóniuhjómsveit Íslands, sum hevur fingið heiðurin at vera fyrsta orkestrið, sum sleppur at spæla fyrstu føroysku symfoniina nakrantíð

Fríggjakvøldið 31. marts verður stórur dagur í føroyskari tónleikasøgu. Tá verður symfoniin »Oceanic Day« hjá Sunnleifi Rasmussen frumframførd í Norðurlandahúsinum.

Tað er ikki hissini verk, sum verður framført henda dagin, tí ikki færri enn 85 tónleikarar koma úr Reykjavík og teir hava so nógv ljóðføri við sær, at eitt flogfar burturav má nýtast til flutningin.

Í gjár skipaði Norðurlandahúsið fyri tíðindafundi í sambandi við konsertina.


Tungur burður

Tað var nú ikki ætlanin, at verkið hjá Sunnleifi skuldi framførast nú, tí í avtaluni, sum táverandi stjórin Peter Turtschaninoff gjørdi við tónasmiðin, var avrátt, at verkið skuldi á pall eitt ár eftir at Sunnleif var liðugur við tað.

Men umstøðurnar vildu tað so, at tað bar ikki til.

Upprunaliga ætlanin var, at finska symfoniorkestrið skuldi frumframføra verkið, men ætlanir teirra og ætlanirnar hjá leiðsluni í Norðurlandahúsinum passaðu ongantíð saman.

Norðurlandahúsið vildi, sum skilligt er, hava verkið frumframført í Føroyum, meðan finnar buðu sær til at frumframføra tað í Onglandi og so koma til Føroya á vegnum, men soleiðis varð ikki, og tí varð alt av ongum í fyrsta umfari.

Í sambandi við stjóraskifti í Norðurlandahúsinum er eyguni so vend vesturyvir til grannarnar í Íslandi og nú bar til.

Sinfóníuhjómsveit Íslands tók av og 31. marts upprennur so tann stóri dagurin, tá verkið fyrstu ferð verður framført.


Stór verkætlan

Sum tað sæst omanfyri, so er tað ikki eiti á verkætlan, sum Norðurlandahúsið hevur sett saman hesaferð.

Helga Hjørvar greiðir frá, at alt varð lættari av, at Reykjavík er valdur, sum Mentabýur 2000 og at teir samstundis vildu geva føroyingum ein part av tí eisini.

? Verkætlanin er ógvuliga dýr, men av tí, at tað her er talan er um eitt fast orkestur, sum tekur verkið upp, so sleppa vit undan lønum til leikararnar og tryggingum í sambandi við flutningin og tað er nógv at spara, greiðir Helga Hjørvar frá.

Samanlagt kostar verkætlanin góðar 800 túsund krónur og hóast tað ljóðar av nógvum, so er tað bara umleið helmingurin av tí, sum tann fyrsta verkætlanin var mett at kosta.

? Tað er m. a. av tí, at vit sleppa undan lønum og tryggingum, men tað hevur sjálvandi eisini nógv at siga, at tónleikararnir »bara« skulu ferðast úr Íslandi, leggur hon afturat.


Stuttur steðgur

Tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eitt symfoniorkestur til Føroya, tí tey hava ofta nógv um at vera. Soleiðis er eisini við íslendska orkestrinum, og tí verður talan um ein sera stuttan steðg.

Orkestrið kemur til Føroya hósmorgunin 30. mars og fer avstað aftur til Íslands leygarkvøldið 1. apríl.

Mánadagin skal orkestrið nevniliga undir nýggjar venjingar av einum øðrum verkið, so stundir eru ikki til ein drúgvari steðg.

Kortini eru møguleikar fyri at tað vera tvær konsertir á Føroyaferðini, hóast tað enn bert er tann eina, sum er sett í skránna.

Tann konsertin er sett at verða fríggjakvøldið 31. mars klokkan 19.30, men verður útselt til ta konsertina, so er ikki óhugsandi, at ein konsert verður seinnapartin leygardagin, beint áðrenn íslendsku tónleikararnir fara avstað aftur.


Atgongumerki til

keyps um alt landið

Fyri at fólk í øllum landinum skulu hava møguleika at ogna sær eitt atgongumerki, verða tey seld í sølubúðum ymsastaðni kring landið.

Tangabúðin á Tvøroyri, Kiosk Vár í Runavík, Statoilstøðin í Klaksvík, Statoilstøðin á Sandi og Myllan í Miðvági selja atgongumerki til konsertina, men tað ræður um at verða knappur, tí einans 550 fólk sleppa til hvørja konsert.

Kostnaðurin fyri atgongumerki er 150 krónur.