Odd: Ein framúr góður dystur millum ÍF og SÍ (FM1)

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá avgerandi bóltunum: ÍF-SÍ 3-0, og hoyr Odd Eliasen greina tey trý settini og dystin

 

 

 

##med2##

Háspenningur er um seinna FM-finaluplássið í meistaradeildini hjá monnum í flogbólti aftaná 3-0 sigurin hjá ÍF á SÍ í dystinum sum var seinnapartin á Kambsdali.

ÍF vann 3-0, men bæði fyrsta og serliga triðja sett vóru sett við miklum spenningi.

ÍF-SÍ 3-0 (26-24 25-18 og 31-29)

Støðan: 

1. Mjølnir 8 dystir 21 stig 

2. SÍ 7 dystir 9 stig

3. Fleyr 8 dystir 8 stig

4. ÍF 7 dystir 7 stig

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Óli G. Samuelsen segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum trimum settunum. 

2) Hoyr gomlu ÍF-legenduna, Odd Eliasen greina tey trý settini og dystin í síni heild. Odd heldur, at talan var um ein sera spennandi dyst, serliga triðja sett var stuttligt at vera vitni til. 

HER  ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Trónd Hansen hjá ÍF, og Jóhan Petur á Stongum hjá SÍ. 

 

 

 

 

(ÍF-SÍ 3-0. Hoyr avgerandi bóltarnar og greining frá Odd Eliasen)