Tað fer at verða einki minni enn ein kolvelting serstakliga fyri norðoyingar at kunna koyra í Eysturoynna, til Havnar og til flogvøllin. Eingin ferja at bíða eftir og eingin bíðirøð. Og ikki minst: tú kanst fara inn á "meginlandið" nær tað skal vera, á degi og á nátt. Ongar forðingar. Ella!
Fyri tann einstaka bilføraran og øll tey, sum dagliga arbeiða við ferðslumálum, verður henda nýggja kolveltingin, eisini ein stór avbjóðing. Hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, hjá løgregluni og hjá Landsverki hava tey bráddliga fingið nýggjar og stórar avbjóðingar í og við, at ferðslumynstrið fullkomiliga fer at broytast. Fast samband undir Lorvíksfjørð fer at seta heilt nýtt krøv til allar hesar stovnar, sum hava til uppgávu at tryggja eina skilagóða og trygga ferðslu á vegunum. Eina ferðslu, sum helst skal hava við sær, eingi óhapp ella so fá sum gjørligt.
Vit hava áður á hesum stað reist spurningin, um samfelagið Føroyar hevur gjørt sær greitt, hvat nýggja sambandið undir Lorvíksfjørð fer at hava við sær, tá hugsað verður um ferðslumentan og ferðslutrygd. Hevur løgreglan sett út í kortið av nýggjum við tí fyri eygað eitt nú at hava fleiri fólk til arbeiðis á vegunum á náttartíð? Hevur Landsverk sett út í kortið av nýggjum og peikað út tey vandamest vegastrekki millum Norðoyartunnil og t.d. Havnina, har ábøtur krevjast so sum autoverjur ol? Og hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd tikið upp spurningin eitt nú millum teir mongu ungu bilkoyrarar, sum í dag "sleisa" á stuttu vegastrekkjunum í Klaksvík, hvørjir vandar liggja fyri framman, tá henda náttarkoyringin fer at fáa heilt aðrar dimensiónir tá altíð er koyrandi til høvuðsstaðin og heimaftur?
Týskvøldið í komandi viku fer RFF saman við løgreglu og Landsverki at skipa fyri almennum fundi í Havn, har ferðslumentanin fyri og eftir Norðoyartunnilin stendur á skránni. Eitt sera skilagott tiltak, sum skal fáa okkara fulla stuðul. Sum skilst verður eitt líknandi tiltak í Klaksvík mikukvøld.
Tað sigur seg sjálvt, at hesin spurningur er sera viðkomandi fyri sera mong, og tí er betur at vera fyrivarin heldur enn eftirsnarin. Nýggi tunnilin fer heilt givið at skapa eina heilt nýggja ferðslumentan, tá tað alt samdøgrið verður koyrandi millum Viðareiði og Gásadal fyri bert at taka eitt dømi. Hetta má seta nýggj krøv til allar myndugleikar, sum hava tilknýti til veganetið og ferðslu sum heild. Tað er tí í tøkum tíma, at hetta stóra mál verður viðgjørt alment.
Sosialurin