Ein av veruligu styrkisroyndunum í kappingini í aðru deild verður á Svangaskarði leygardagin, tá B71 kemur á vitjan hjá B68.
B68 hevur higartil í ár verið flúgvandi, men enn hava teir til góðar at hitta sambiðlarnar til oddasessin, og tí er einki at ivast í, at talan hesaferð verður um veruliga styrkisroynd hjá báðum pørtum.
Samstundis er talan eisini um forsmakk upp á finaluna í kappingini um FSF-steypið, har tey bæði liðini hava vunnið seg fram, eins og talan eisini er um tvey lið, sum við hvør sínum hálvfinaluplássi framvegis hava møguleikan at sleppa upp í part á ólavsøkufinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.
Brúdleyp er eisini á Toftum hendan dagin, og tí verður dysturin spældur kl. 19.