Oddabrak hjá kvinnum

Toppdystur er á skránni, tá Mjølnir vitjar í Trongisvági sunnudagin

Eftir at menninir hjá Mjølnir vóru partur av oddadysti seinasta vikuskifti, eru tað hesaferð kvinnurnar, sum eiga tørn.
Tær skulu til Trongisvág, har TB ? ið eisini hevur fult stigatal ? spælir sínar heimadystir, og so er spurningurin, hvussu tað fer at tørna út. Enn er talan bara um grundspæl, og tí kann ikki sigast, at hesin dysturin fer at avgera nakað gullstríð. Men tað verður í øllum førum spennandi at fáa eina ábending um, hvussu hesi bæði liðini eru fyri í mun til hvørt annað.
Tveir aðrir dystir verða eisini leiktir um vikuskiftið. Báðir leygardagin.
Í Hoyvíkarhøllini tekur KÍ ímóti ÍF, og á Giljanesi verður fyri fyrstu ferð grannauppgerð í bestu deildini, tá Dráttur fer at taka ímóti SÍ.
Hjá monnunum tykist mest spennandi dysturin at standa ímillum Fleyr og SÍ. Higartil í ár hevur Fleyr staðið seg væl, men tapið í Klaksvík avdúkaði, at teir enn ikki eru heilt til reiðar at taka dystin upp við oddaliðið. Hinvegin hava úrslitini higartil í vetur bent á, at tað verða hesi bæði liðini, sum skulu stríðast um silvurið, og í so máta er talan um góða styrkisroynd sunnudagin.
Leygardagin er so dystur millum Fram og ÍF. Tey bæði liðini eru enn á niðastu sessunum, og leygardagurin fer so at gera av, hvør teirra skal standa einsamallur eftir á botninum.