Løgmaður hevur avreitt starvsfólkapolitikkin til fíggjarmálaráðharran. Fyri mong er hetta ein fullkomuliga óskiljandi avgerð. Men hetta er sjálvandi ein avgerð, sum løgmaður hevur fullan rætt at taka. Hinvegin kann so verða spurt, hvat løgmaður so hevur eftir. Bert løgmaður kennir svarið. Hetta, at løgmaður hevur avreitt starvsfólkapolitikkin til annan landsstýrismann at fyrisita, frítekur ikki løgmann fyri at geva viðkomandi felag svar. Henda avgerð kann væl ikki frítaka løgmann fyri at ansa eftir, at landsstýrismenn sita fyri sínum økjum á fullgóðan hátt. Løgmaður er tí, uttan mun til, um tað líkar honum ella ikki, noyddur at fara inn í málið við uppsagnunum í Almannaráðnum.
Tá 4 leiðarar siga seg úr starvi, er nakað galið. Almenningurin hevur krav uppá at vita, hvat ið er galið. Tann, ið fyrst og fremst skal tryggja, at almenningurin fær innlit í hetta mál, er løgmaður. Hann má tí gera sína skyldu. Ger hann ikki tað, so skaðar hetta virðing hansara millum manna. Eftir eru tá bert tveir møguleikar. Annar er, at málið verður tikið upp á tingi, og hin er at umboðsmaðurin kannar málið. Eitt er so vist: almenningurin kann ikki góðtaka, at hetta mál verður tagt burtur.
Sosialurin