Oddagrein· ABC

Valstríðið er byrjað av álvara. Sjónvarpið setti hol á mánakvøldið við kjaki millum formenninar í stóru flokkunum. Gjáramorgunin legði Javnaðarflokkurin fram sína valskrá. Tjóðveldisflokkurin hevði landsfund í vikuskiftinum, har hann setti út í kortið. Og soleiðis fer tað nú at ganga slag í slag komandi seks vikurnar.




Uttan iva hevur stórur partur av Føroya fólki fylgt við fyrstu veruliga formansduellini í sjónvarpinum mánakvøldið. Tá varð sett út í kortið, markini vórðu strikað upp. Hvørjum tonkum sat so hyggjarin við aftaná hesa sending!

Uttan mun til hvørjum politiskum leiri man er í ber helst til at siga, at vit á skíggjanum sóu og hoyrdu tveir ymiskar partar. Í øðrum vóru Fólkaflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin. Í hinum Tjóðveldisflokkurin. Tað gekk greitt fram, hetta prógvaði kemiin eisini, at teir tríggir flokkarnir ABC høvdu meira í felag enn E. Tí er mest sannlíka samgongan eftir henda valdystin ABC. Tjóðveldisflokkurin tykist hava valt sama leiklutin sum hann hevur gjørt tað leingi, nevniliga at isolera seg ella bert síggja heilt avmarkaðar samstarvsmøguleikar. Hóast nógv uppá hjarta og siðiliga og vælmeinandi framførslu so tykist formaður Tjóðveldisfloksins ikki at megna at fáa bygt brýr til aðrar síður. Heldur belærandi upptraðkanin skapar ikki júst vælvild og áhuga hjá hinum flokkunum fyri samstarvi.

Man hevði annars roknað við, at landsins størsti flokkur, nú hann hevur verið við til at samtykkja sjálvsstýrissamtyktina á tingi, fór at brúka meiri orku uppá vinstra-høgra politikkin, men so sýnist ikki at vera. At flokkurin kendi seg tvingaðan til at slaka í fullveldispolitikkinum í samgongu, tykist nú at verða nakað, sum Tjóðveldisflokkurin irðir seg um. Tí nú verður aftur tosað um fullveldi innan fá ár, og aftur verður oljan brúkt í valstríðnum, hóast tað enn eingin olja er. Tað er ein sannroynd, at enn veit eingin , um fundið hjá Hess er lønandi. Tí er tað meira ynskipolitikkur enn realpolitikkur, tá oljan framhaldandi skal vera tað, ið heldur lív í fullveldinum.

Illa er telvað av Tjóðveldisflokkinum nú hann heldur fram við at júka um fullveldi ? um húsið, sum er liðugt bygt og har tað nú skal innrættast osfr. Flokkurin stendur til framgongd, men tá hugsað verður um, at formaður Tjóðveldisfloksins ferð eftir ferð hevur tosað um eina fólkarørslu heldur enn flokspolitikk ? og vit staðfesta, at undirtøkan fyri fullveldisgongdini hevur verið í stórari afturgongd ? so er hetta í veruleikanum eisini ein afturgongd fyri Tjóðveldisflokkin.

At veljarin og eftir øllum at døma tríggir av teimum stóru flokkunum nú peika á eina breiða samgongu er heldur ikki so løgið. Føroyar hava brúk fyri eini breiðari samgongu. Tað høvdu Føroyar eisini eftir seinasta val, men tað vildu ávísir flokkar ikki.

Tað kann vera, at B og C fáa meiriluta einsamallir. Tað kann vera at C og E fáa meiriluta einsamallir. Men hyggja vit eftir, hvat landið hevur brúk fyri, so er tað einum tryggum og breiðum parlamentariskum grundarlag ? soleiðis at eitt komandi landsstýri fær rikið ein politikk, sum gongur tvørtur um miðjuna. Polariseringin tænir ongum endamáli og eigur als ikki at verða partur av valstríðnum. Tí spurningurin er ikki um antin ella, soleiðis sum løgmaður eisini ger vart við í dag, Spurningurin er um bæði og ? at fáa sum mest skilagott burtur úr og at menna vælferðarsamfelagið Føroyar. Harí liggur eisini at nútímansgera viðurskiftini í ríkinum.

Sosialurin