Í gjár hevði hann so fund við sítt bakland fyri at lodda dýpið. Tað er neyvan nakað dulsmál, at stór ósemja er innanhýsis í Fólkaflokkinum, hvønn veg flokkurin skal velja at fara komandi fýra árini: at halda fram við verandi samgongu og fáa Javnaðarflokkin við ella at skipa eina samgongu saman við teimum báðum stóru andstøðuflokkunum.
Fullveldisvongurin við eitt nú fyrrverandi borgarstjóranum í Havn á odda ynskir Sambandið, har piparið grør, meðan meira hóvligi vongurin við Bjarna Djurholm, Óla Breckmann og Jørgen Niclassen ynskir hinvegin Tjóðveldið, har piparið grør og sær heldur eitt samstarv í fýra ár saman við Sambandinum og Javnaðarflokkinum. Henda tvístøða ger sjálvandi uppgávuna hjá løgmanni uppaftur trupulari. Hann dugir helst at síggja fyrimunir og vansar við báðum hesum møguleikum. Við blaðið í dag ger hann líkasum støðuna upp. Hann vil fyrst royna ACDE aftur og eftir tað ABCD. Fyrri møguleikin krevur so, at C og E royna at semjast, meðan tann seinna krevur, at B veruliga vísir ein vilja til at vera við í yvirtøkum.
Soleiðis liggur landið. Vónandi fær løgmaður greitt upp fyri hesi fløkju ella má hann geva ørðum initiativið. Tað er skilagott av løgmanni ikki at leypa um garðin, har hann er lægstur, nevniliga at fara inn í eina samgongu saman við EH-alliansuni. Hon er alt ov smøl sum løgmaður so beint hevur nevnt fleiri ferðir. Og sama heldur leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum, ið eisini er ein skilagóð støða.
Felagsnevnarin fyri eini breiðari samgongu tykist tí vera ACD. Tað var eisini júst tað vit skrivaðu á hesum stað dagin eftir valið. Nú má so valið fella á antin B ella E. Komandi dagarnir fara helst at geva svarið.
Sosialurin