Fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt at selja tveir triðingar av felagnum, fyrst ein og síðani aftur ein. Tann fyrsti triðingurin varð seldur, men so hendi ikki meir.
Men landsstýrismaðurin vil hava bíligari flogferðaseðlar. Tað er kanska ein góður máti til tess at fáa fleiri fólk at flúgva, men tá ber altso ikki til at skipa felagið sum eitt partafelag. Tá eigur landið at keypa seldu partabrøvini aftur og skipa Atlantsflog sum »Loftferðslu Landsins«, sum verður ein landsstovnur eins og Strandferðslan, har vit umvegis skattin fíggja ferðing. Tá kann landsstýrismaðurin so áseta prísin sum hann vil – og er lagið heilt gott, so kann hann gera tað púra ókeypis at flúgva.
Einki er ógjørligt, heldur ikki í politikki. Men hetta tykist kortini rættiliga naivt. Tað er eisini ein sera óprofessiónell útmelding at koma við á einum veljarafundi í Vági – at siga, at landsstýrið hevur samtykt eina slíka tilgongd. Serliga um tað ikki ein gong passar.
Atlantsflog er eitt børsskrásett partafelag, og tað merkir, at tá høvuðspartaeigarin kemur við slíkari útmelding, so hevur tað beinleiðis ávirkan á partabrøvini – og tað er ein negativ ávirkan. Landsstýrismaðurin ávirkar kursin hjá felagnum tann negativa vegin við at siga slíkt.
Hetta vísir, at privatiseringsætlanin hjá ABC landsstýrinum eftir øllum at døma varð gjørd í óðum verkum. Sambandsflokkurin er lopin frá hesi ætlan, løgið nokk, ein flokkur sum kallar seg liberalan.
Jóannes Eidesgaard tók onkuntíð til – kanska í skemti, men tó – at tað var ikki fyrr enn Javnaðarflokkurin kom til, at tosið um privatiseringar varð til veruleika. So má tað eisini verða lagnunnar speisemi, at tað verður Sambandsflokkurin sum afturkallar privatiseringarnar.
Í øllum førum er her talan um bóndafangarí. Landsstýrið hevur fingið eitt bíligt og rentufrítt lán frá nøkrum privatum íleggjarum. Ein útlendingur hevur sett 15 milliónir krónur í felagið. Kursurin er fallin, so partabrøvini verða seld fyri undirkurs.
Og so tosar landsstýrið um at fáa útlendingar at gera íløgur í Føroyum...
Gloymið alt um tað. Við slíkari viðferð fer eingin at stóla upp á landsstýrið, so nevnið ikki orðið »privatisering« aftur – í øllum førum ikki sambandsmenn!