Oddagrein: Bara nøkur gramm av hassji

– Harragud, hatta snýr seg bara um nøk­ur gramm av hassj, eingin er deyð­ur...

– Harragud, hatta snýr seg bara um nøk­ur gramm av hassj, eingin er deyð­ur...

Nakað soleiðis segði annar »fjøl­miðla­ser­frøð­ing­ur­in« í útvarpinum hós­dagin, tá tveir fyrrverandi journ­al­ist­ar og núverandi spinndoktarar kjak­aðust um á­kær­ur­nar ímóti Bjarna Hammer, sum komu fram í Sos­i­alinum sein­asta mánadag.

Men álvarsomu ákærurnar um, at ein maður, sum bæði er løg­tings­mað­ur, býráðslimur og løgreglu­mað­ur um­g­ongst hassj, bjóðar sær til at út­vega ungum kvinnum hassj og hev­ur tætt tilknýti til mann, sum javnan smuglar hassj til Før­oya, við­gjørdu hesir knark­ar­nir slett ikki. Heldur var talan um eina nið­ur­gerð av Sosialinum.

Mátin, ið teir sláa søguna upp í glens uppá, fær teg at hugsa um eina verjurøðu fyri hassji.

»Her er bara talan um nøkur gramm av hassji...«

Visti hann, hvussu nógv gramm tal­an er um? Og hevur tað týdning, um tað er eitt gramm, tíggju gramm ella 100 gramm av hassji?

Løgmaður og Javnaðarflokkurin meta málið so álvarsligt, at tey mæltu alt fyri eitt løgtings­manni­num til at fara í farloyvi, meðan løg­regl­an kann­ar málið.

Bjarni Hammer hevur ikki víst á­­kær­u­num aftur, sum hann uttan iva hevði gjørt, um talan var um grund­leysar ákærur. Bjarni Hammer er ikki lagd­ur und­ir at hava selt hassj. Men hann er lagdur undir at vilja útvega ung­­um kvinnum hassj – og at hava tætt tilknýti til »ein góðan vin­mann«, sum altíð hevur hassj og sum javnan smuglar hassj.

Tað er tað, sum er problemið. Ein løg­tings­mað­ur, býráðslimur og løg­regl­u­maður, sum hevur slík­an hugburð til narkotisk evni, kann hann stýra landinum? Er tað mor­alskt í lagi, at ein løgreglumaður er so ak­tivur í rúsevnisumhvørvinum í Før­oyum?

Tað halda vit ikki, at tað er. Sum løgmaður eisini segði, so eru hægri moralsk krøv til politikarar, sum hava tey framíhjárættindi, at teir smíða lóg­ir og útinna lógir – eins og tað er til løgreglufólk, sum umsita landsins lógir.

Vit áttu eisini at væntað meira av før­oysk­um fjølmiðlafólkum, enn so ó­fant­a­liga at sláa søguna upp í glens og heingja Sosialin út í almenna kring­varp­inum, uttan at bjóða blaðnum at verja seg.

Komið heldur við í kampin enn at sita uttanfyri og grenja! Uppgávan hjá fjølmiðlum er eisini at vísa á valds­persónar, sum misnýta sítt vald. Tá ein løgtingsmaður kann sita inni í ting­hús­inum og bjóða sær til at útvega hassj, tá eiga allar alarmklokkur á øll­um redkatiónum at ringja.

(Oddagreinin í Sosialurin 5. mars 2018)