Nú kunnu veljarakanningar verða svikaligar, men hóast formaðurin hjá Tjóðveldinum í gjár vísti á í samrøðu, at veljarakanning so tætt valdegnum kann geva skeiva mynd, so mugu vit kortini staðfesta, at kanningin greitt vísir á, hvør fær fyrsta umboðið. Munurin millum hinar tríggjar flokkarnar er tó so lítil, at her er einki avgjørt.
Formenninir í stóru flokkunum hava markerað seg rættiliga kraftiga seinastu dagarnar, her ikki minst Javnaðarformaðurin. Undirtøkan Høgni Hoydal fær er ikki til at fara skeivur av. Tað vísir seg so eisini, at Jóannes Eidesgaard og Jørgen Niclassen liggja á odda í sínum flokkum, meðan formaðurin í Sambandsflokkinum er yvirhálaður av fyrrv. formanninum, Edmundi Joensen. Jóannes Eidesgaard liggur greitt á odda í Javnaðarflokkinum, meðan Jørgen Niclassen fær harða kapping frá Óla Breckmann.
Áhugavert er eisini at spyrja, hvørja niðurstøðu vit kunnu gera um eitt komandi løgtingsval út frá hesi kanning. Samgongan haldur skansan og væl tað. Aðrir samgongumøguleikar so sum Tjóðveldi og Samband eru ov stuttir og skulu tí hava ein av smærri flokkunum við. Við Miðflokkinum, sum sambart veljarakanningini fær gott og væl 8%, fær slík samgonga meiriluta. Væl hugsandi er at teir stóru flokkarnir fara at aftra seg við í heila tikið at taka ein so sterkan Miðflokk við í eina samgongu. Stóra framgongdin hjá Miðflokkinum kann tí gera, at hann verður verandi í andstøðu. Men Sjálvstýrisflokkurin, sum hevur fingið fleiri nýggj og markant andlit, kann gerast tungan á vágskálini í fleiri samgongukonstellatiónum. Veljarakanningin gevur honum góð 3%, men vitandi, at nógvir av veljarunum helst velja aðrar flokkar/persónar til fólkatingið, so kann hann røkka væl betri úrsliti til eitt løgtingsval og harvið fáa eina lyklastøðu, um verandi samgonga ikki heldur fram. Úrslitið av fólkatingsvalinum verður uttan iva ein sera góð ábending um, hvat vit kunnu rokna við til komandi løgtingsval.
Sosialurin