Andstøðan og einstaklingar vístu á, hvussu tað var óðamannaverk at skera blokkin við so stórari upphædd í einum við grundarlagi í tølum, ið bert vóru, tí Føroyar vóru á aldukambinum av einum hákonjukturi. Hetta var sum øllum kunnugt sum at sletta vatna á gás. Blokkniðurskurðurin var framdur, og nú sita vit her við stórum halli á fíggjarlógini, tí at undanfarni landstýrismaður í fíggjarmálum legði fram eina fíggjarlóg við alt ov bjartskygdum inntøkumetingum. At ein radikal broyting er hend seinastu mánaðarnar er skeivt. Rækjuvinnan og alivinnan hava rópt varskó í fleiri ár, og tí kann tað ikki koma óvart á nakran, at kreppan endiliga byrjar at síggjast á landskassans inntøkum. Kemur hetta óvart á nakrastaðni, so er ov illa arbeitt. Heldur ikki kann tað koma óvart á nakran, at blokkniðurskurðurin kemur at hava álvarsligar fylgjur.
Hví gjørdu eitt nú Búskaparáðið ella Landsbankin ongar útrokningar av ávirkanini av blokkniðurskurðinum? Fyri at fáa 366 milliónir inn í landskassan í skattainntøkum frá eitt nú útflutningsvinnuni, so skal útflytast fyri væl meiri enn eina milliard, fyri at fáa tilsvarandi upphædd. Hví kom eingin yvirvísmaður út og ávaraði um vandan í at disponera út frá gullárum, heldur enn at taka í hvussu so er eina miðaltalsáskoðan ella, sum tann varni vildi gjørt, eina áskoðan baserað uppá ein búskaparligan aldudal?
Hetta varð ikki gjørt, og tí má okkurt verða galið við skipanini.
Tað er sjálvsagt gott, at vit hava eitt búskaparráð, men vit loyva okkum at seta spurning við, um ikki eitt mark fyri, hvussu leingi man kann sita í ráðnum ella í hvussu so er sum formaður, átti at verið. Hetta kenna vit aðrastaðnis frá, har man skiftir búskaparligar vísmenn út við millumbili, fyri at tryggja innspræning av nýggjum tonkum. Búskaparfrøði er ikki absolutt vísund, og tí eigur útskifting at verða við millumbili í einum forumi sum Búskaparráðið, so at dogmatiskar uppfatanir ikki fáa tíð at grógva seg fastar, men at allar uppfatanir støðugt verða endurumhugsaðar og viðgjørdar objektivt. Hetta merkir ikki, at tey, sum undan hava gingið vera kasserað, men bert at teirra tíðarskeið er runnið, og at tey víkja plássið fyri nýggjum fólkum við nýggjum áskoðanum. Er hetta ikki vert at umhugsa!
Sosialurin