ODDAGREIN: Blokkpolitikk – ja takk

Jóannes Eidesgaard reisti á lands­fundi hjá Javnaðarflokkinum um vik­u­skiftið spurn­ingin, um tíðin ikki er kom­in har til í Før­oy­um, at vit fara yv­ir til blokkpolitikk.

Hetta er ein ógvuliga á­hug­a­verd­ur spurn­ing­ur, javn­að­ar­lei­ð­ar­in reis­­ir. Í øðr­um lond­um merk­ir blokk­pol­i­tikk­ur, at tú frammanundan vali­num veitst, hvørja stjórn tú fært, um tú velur hendan ella handan flokk­in. Í Danmark vita fólk nú - sam­bært velj­­ar­­­a­kanningum altso - at tey fáa eina javn­að­arstjórn, og at Helle Thorning Schmidt verður for­sæt­is­ráð­harri. Men eitt ár er eftir til val­ið, so tað kann venda aftur, og so vita fólk, at Lars Løkke Rasmussen verð­ur forsætisráðharri, um stjórnin verð­ur borgarlig.

Í Føroyum hava vit onga hóming um slík viðurskifti, fyrr enn eftir eitt mang­an drúgvt samráðingarumfar á Gamla Apoteki eftir valið. Og tað kann enda við teimum løgnastu sam­an­set­ing­unum. Allir flokkar hava sam­starvað so ella so. Taka vit lands­ins stýri í dag, so er tað sett sam­an av einum borgarligum kon­ser­v­a­tiv­um loysingarflokkin, ein­um borg­ar­lig­um liberalum sam­bands­flokki og einum vinstravendum Javn­að­ar­flokki, sum vil varðveita rík­is­fel­ags­skapin við Danmark.

Meðan Tjóðveldisflokkurin og Javn­að­ar­flokk­ur­in hava sam­starv­að væl pol­itiskt, so klára teir illa upp saman. Pol­itiska svarið upp á tað er helst, at Tjóð­veldisflokkurin er meira loys­ing­ar­flokk­ur enn ein politiskur flokkur á vinstr­a­veing­i­num.

Ein stórur partur av føroyingum halda, at vit skulu fáa greiði á rík­is­rættarligu støðuni, áðrenn vit fara at arbeiða við vanligum pol­i­tikki – har vit gera av, hvussu sam­fel­ags­á­góð­ar­nir skulu býtast. Soleiðis hava vit stríðst í góð hundrað ár, og enn hava fólk sum heild ikki fatað tað, at før­oyingar flestir vilja varðveita rík­is­fel­ags­skap­in við Danmark. Hóast summi halda fast um eina fløkta 64 ára gamla fólkaatkvøðu, so hava øll løg­tings­val síðani – og allar lands­stýr­is­sam­gong­ur víst, at vit vilja varð­veita ríkisfelagsskapin.

Jú, tað hevði heilt víst verið á­hug­a­vert við blokkpolitikki í Føroyum. Sjúrð­ur Skaale, tingmaður, hevur víst á tað sama herfyri.

Kritiski spurningurin til Jó­ann­es Eidesgaard eigur tí at verða, hvørj­ar flokkar hann fer at peik­að sær í sín blokk. Valla teljast sam­gong­u­fel­ag­ar­nir í Tinga­nesi teirra millum. Vit kundu skotið upp á Tjóð­veldi og Mið­flokkin – og so kanska Sjálvstýri, sum eisini kann fella í borgarligu leguna. Men blokk­politikkur krevur, at vit hava ver­u­ligar flokkar, sum duga at arbeiða pol­it­iskt, og sum duga at planleggja. Tað krevur nakað av flokkunum, men hevði gagnað fólkaræðinum.