Oddagrein· E og B vinna helst fólkatingsvalið

So fór føroyska fólkatingsvalstríðið í gongd. Fyrst á Rás 2 fríggjakvøldið og so í Kringvarpinum sunnudagin.

Hyggja vit eftir veljarakanningunum standa Tjóðveldi og Samband til at vinna. Høgni Hoydal situr rættiliga tryggur í sessinum, meðan Fólkaflokkurin má rokna við at missa mannin, nú Anfinnur Kallsberg ikki stillar upp aftur. Flokkurin stendur so niðarliga í veljarakanningunum, at tað má takast sum givið, at hann missir fólkatingsmannin. Neyvan fer nýggi formaðurin at megna at lyfta uppgávuna eftir Kallsberg. Javnaðarflokkurin fer neyvan at røkka einum av umboðunum, um vit somuleiðis hyggja eftir veljarakanningunum. Ein skuldi annars trúð, at formaðurin í Javnaðarflokkinum hevði kunnað fingið atkvøður uppá løgmanseffektina, men tað fer neyvan at vera nóg mikið til at heinta Høgna Hoydal og hvør veit, Magna Laksafoss aftur.

 

Kappingin í Sambandsflokkinum fer uttan iva at standa millum Magna Laksafoss, Kei Leo Johannesen og Edmund Joensen. Tá hugsað verður um, hvussu nógv Laksafoss hevur profilerað seg og at fólk kanska vilja síggja nýggj andlit, er ikki óhugsandi, at tað verður hann, ið vinnur sessin. Sambandsfólk hava so eisini her møguleikan at marknaðarføra ein møguliga nýggjan leiðara í flokkinum, nú tað ikki er nakað dulsmál, at ikki øll eru so fegin um verandi formannin. Um fyrrverandi formaðurin og verandi tingformaður hevur møguleika at gera seg galdandi er ilt at siga. Hann hevur helst fingið bæði stuðlar og mótstøðufólk eftir uppskotið um eitt valdømi. Hinvegin man hann eiga mangar stuðlar kring landið alt eftir at hava verið so leingi í politikki, eitt nú sum løgmaður og eitt skifti eisini á fólkatingi.

 

Hvat viðvíkur Tjóðveldi, so er eingin ivi um, at Høgni Hoydal fær flestar atkvøður. Hansara seinasta útspæl kann tó geva honum ávísar trupulleikar. Uttan iva vilja mong trúgv tjóðveldisfólk kenna tað, at Hoydal við síni kúvending at stuðla ta stjórn, sum vil gagna áhugamálunum hjá Tjóðveldi og Føroyum mest, sum nakað, ið brýtur við gomul tjóðveldissjónarmið um at halda seg uttan fyri danskan politikk. Kann eisini vera at mong av teimum ungu í flokkinum kortini fara at halda hetta vera snilt og rætt. At tingini standa ikki í stað. Tí tá man kortini er valdur á fólkating so ræður um at brúka tað vald man hevur har. Um komandi vika kann broyta støðuna hjá fólki er so upp til einstøku valevnini. Fyri formann Javnaðarfloksins og løgmann kann eitt vánaligt fólkatingsval koma sera illa við til løgtingsvalið. Og øvugt, eitt gott val nú kann fáa stóran týdning fyri løgtingsvalið. Nú veldst so um, hvussu væl telvað verður ella hvør situr við bestu trumfunum.

 

Sosialurin