Oddagrein· Edmund má nýta sína lyklastøðu

Uttan mun til, hvat danskir eygleiðarar siga, so bendir alt á, at Edmund Joensen er komin í eina parlamentariska lyklastøðu. Hetta eigur at geva Edmundi nakað heilt álvarsligt at hugsa um. Hann hevur longu signalerað, at hansara stuðul er uttan serstakar treytir. Hetta virkar ikki klókt, og hetta virkar ikki at sampakka við tann drivna taktikkaran av Oyri. Víst hevur Sambandsflokkurin heilt frá byrjan av 20. øld siðvenju fyri blint at fylgja Venstre. Hinvegin er tíð at endurskoða hesa nulstrategi og tann, ið megnar hetta, er júst Edmund Joensen. Hann eigur tí at hugsa seg væl um og seta Fogh treytir. Hvussu harðar hesar treytir skulu vera veldst um, men júst Edmund hevur als onga orsøk til at lata sín stuðul ókeypis.

Edmund eigur nú at hugsa: -Dýrt skulu teir meg keypa. Hann eigur at gera sær eitt yvirlit yvir mál og evni, har danir enn hava ávirkan á føroysk viðurskifti og krevja hesi mál loyst uttan himpr. Hvørji eru hesi mál? Tað fyrsta, ið fellur í eyguni, er tann óvissa, ið ræður á uttanríkispolitiska økinum, serstakliga í mun til okkara ES samstarv ella manglandi ES samstarv. Í áravís hava føroyskir myndugleikar roynt at sleppa uppí granskingar- og útbúgvingarstamstarvið hjá ES. Her er einki hent, og her tykist standa fullkomuliga í botni. Danir eru púra líkasælir, ES hevur vent okkum bakið, og einki bendir á, at nøkur loysn er í ljósmála. Her eigur Edmund at seta síni krøv um treytaleysan og effektivan diplomatiskan stuðul frá ríkisstjórnini, so loysn fæst á hesum máli, ið Tinganes eftir øllum at døma ikki megnar at loysa.

 

Við norðurlandamálum gongur eins striltið. Einki kom burtur úr okkara umsókn um limaskap, og stuðulin úr Danmark var bert eitt eiti. Einki bendir á, at Danmark legði tað trýst á brøðratjóðirnar, ið kundi havt gjørt munin. Ein orsøk til hetta var tann vanliga danska undanførslan um grundlógina. Krev ein loysn her, Edmund, og fá danir til saman við føroyingum at finna eina líka so sømiliga loysn, sum gjørt var í undirgrundarmálinum! Edmund kann eisini útvega pengar til eitt hungrandi føroyskt mentanarlív eitt nú við at blása lív í gamla hugskotið um, at tann peningur danski staturin sparir við yvirtøkum, ikki skal fara í statskassan men í Dansk-Færøsk Kulturfond. Um hetta ikki ber til, so fá Fogh at játta nøkur oyru til henda grunn, sum í dag bert er eitt eiti við lítlari og ongari fíggjarorku. Eisini eiga føroyingar at fáa atgongd til danskar mentanar- og ítróttargrunnar. Hetta er sjálvsagt, tí vit rinda til teirra umvegis okkara luttøku í danskari ítróttarvedding.Danskir fjølmiðlar bagatellisera støðu Edmunds. Hetta er mjørkatos, tí so ótrygg støða Foghs er við eini labilari Ny Alliance, fær Fogh til eina og hvørja tíð brúk fyri Edmundi, og tí er Edmund veruliga í lyklastøðu – tað kann bert vera skilagott at nýta hesa støðu til gagns fyri Føroyar.

 

Sosialurin