Gallupkanningarnar, sum hava verið gjørdar fram undir valið, hava passað sera væl. Tær hava allar víst, at Javnaðarflokkurin fór at ganga nógv fram, at Fólkaflokkurin fór at ganga aftur, at Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fóru at standa nøkulunda í stað – og at tað fór at ríða um snarið hjá Framsókn at fáa fólk valt í Tórshavnar býráð.
Sum vit so mangan hava sæð áður, so førir høg valluttøka til, at tann flokkurin, sum hevur besta stiman, fær enn meira. Hetta vísti seg eisini við, at Javnaðarflokkurin fekk tað sjeynda umboðið og harvið meirilutan.
So kundu vit kanska hildið, at nú var alt leyst og liðugt hjá Javnaðarflokkinum at skipa samgongu einsamallur. Men tað er valla tað skilabesta at gera. Sjálvandi skal flokkurin liva upp til tað álit, sum veljarin hevur givið honum, men politiskt taktiskt er tað ikki skilagott at lata allar hinar flokkarnar sita uttan ávirkan.
Tjóðveldisflokkurin hevði eitt nøkulunda gott val, hóast hann misti eitt umboð. Jógvan Arge sementeraði støðu sína sum leiðarin hjá Tjóðveldinum í Tórshavnar býráð – og hann hevði verið borgarstjóraevni, um tað var ein møguleiki.
Fyri at fáa arbeiðið at ganga best í Tórshavnar býráð, so hevði tað verið skilabest, at Javnaðarflokkurin skipaði eitt breitt samstarv í býráðnum. Honum nýtist als ikki at skipa nakra samgongu, tí flokkurin í sær sjálvum er ein samgonga.
Men um flokkurin lat Jógvan Arge varaborgarstjórasessin og lat hinar flokkarnar fáa rímuliga umboðan í nevndum.
Ger Javnaðarflokkurin ikki tað, so fær hann alla andstøðuna ímóti sær. Og tað verður ein massiv andstøða – eitt trýst, sum als ikki hevur verið at sæð í Tórshavnar býráð seinastu átta árini – ella serliga fýra tey seinastu, tí andstøðan frá serliga Fólkaflokkinum hevur verið heldur máttleys hesi árini. Men tað verður hon ikki, um allir hinir tríggir flokkarnir skulu verða mótstøðuflokkar hjá meirilutanum – og Javnaðarflokkinum.
Okkara boð er, at Javnaðarflokkurin skipar eitt breitt samstarv, har hinir flokkarnir kenna seg hava ávirkan og ábyrgd. Fyri Javnaðarflokkin kann tað fyri so vítt gera tað sama, tí flokkurin hevur buktina og báðar endarnar kortini.
Men tað verður ein dagur aftan á Heðin Mortensen, og tá tørvar Javnaðarflokkinum aðrar flokkar at samstarva við.