Oddagrein· Ein syndarlig støða

Tað er ein syndarlig støða, ið ræður í New Oreleans eftir flóðvanlukkuna har. Fólk í túsundatali eru druknað, hús eru rapað og býurin stendur lutvíst undir vatni. Tá vanlukkan hendi gekk skeivt alt, sum kundi ganga galið. Myndugleikarnir vóru ikki mentir at útvega øllum kollektivan flutning. Hetta merkti, at tey, sum ikki áttu bil, sluppu ikki til rýmingar í nóg góðari tíð. Hesi neyðars menniskju vóru sostatt latin til eina ræðuliga lagnu. Tey, sum ikki druknaðu, vóru eftir á húsatekjum, har tey hava verið uttan mat og vatn í fleiri dagar.

Tað eru tey fátøku í New Orleans, ið ikki hava bil, sum eru ofrini kann heimspressan boða frá. Tey flestu, sum sostatt vóru slept uppá fjall, eru tey fátæku og tí verður vanlukkan ein ímynd uppá ta sosiala órættvísi, ið ræður í USA. Fylgjurnar av ræðuligu vanlukkuni stava eisini fyri ein part frá hesum, at tað almenna í USA hevur ein so løgnan leiklut í samfelagnum. Í USA er hvør sín egni eydnusmiður. Her skal statsvaldið hava so lítlan leiklut sum møguligt. Ein fylgjan er, at almenna tænastustøðið er lágt, um samanborið verður við t.d. Norðurlond. Almenn anlegg eru niðurslitin og vanrøkt. Eitt syrgligt dømi eru tær byrgingar, ið skuldu verja New Oreleans móti havinum. Tær vóru alt ov veikar og nógv bendir á, at myndugleikarnir hava vitað um hetta í mong ár.

Afturat hesum kemur so tann ruðuleiki, ið hevur valdað, síðan vanlukkuna. Hetta, at allir normalir normar fyri einum heiðurligum sosialum samfelagsatburði svíkja í eini katastrofustøðu er eitt sjúkueyðkenni. Hetta avdúkar, at stórir samfelagsbólkar kenna seg settar uttanfyri samfelagið í gerandisdegnum. Tí svíkur samhaldsfestið í katastrofuumstøðum. Hetta vildi ikki hent í einum vælferðarsamfelag. Hetta átti alt at givið amerikanskum leiðarum nakað at hugsa um. Hetta at heimsins ríkasta land ikki megnar at veita sínum borgarum eitt minstamát av trygd vísir, at nakað er grundleggjandi skeivt.Eisini vit eiga at hugsa um hetta og sýna samhaldsfesti og tí eiga eisini Føroyar at fara in við fíggjarligum stuðli, hóast vanlukkan er hend í heimsins ríkasta landi.


Sosialurin