Oddagrein· Eitt er fyri neyðini

Í einum heimi, sum tykist yvirtikin av yvirgangi og hóttanum frá sera víðgongdum átrúnaðarligum bólkum og rørslum, gerst alt meira greitt, at trupulleikin verður ikki loystur við vápnamegi. Røturnar til yvirgang eru mentanarligar og sosialar t.e. útstoyting, fátækdømi og kúgan. Hetta vil við øðrum orðum siga, at yvirgangur fyrst og fremst er ein politiskur trupulleiki og ein slíkur trupulleiki kann sum kunnugt bert beinast burtur við politiskum loysnum.

Alt fleiri vanlig fólk eins væl og statsleiðarar eru farin at gera vart við, at strategiin í stríðnum móti yvirgangi er í besta føri nyttuleys og í versta føri beinleiðis skaðilig. Støðan í Irak og í Afghanistan bert versnar og stríðið móti yvirganginum, sum verður rikið har gongur hart út yvir sivilfólkið. Besta prógvið um hetta er, at bert í Irak eru 3 milliónir fólk flýdd undan ófriði og yvirgangi. Afturat hesum kemur, at nyttuleysa stríðið kostar hópi av vesturlendskum ungdómi lívið. Her er eitt fyri neyðini, sum skrivað stendur, tað er dialogur – eitt opið og fordómsfrítt orðaskifti millum vesturheimin og islamska heimin. Fundamentalisman breiðir seg nú frá Afghanistan. til Pakistan. Pakistan er eitt sera gott dømi um, at ein politiskur trupulleiki ikki kann loysast við hermegi. USA hevur borið pakistansku stjórnina í vápnum, meðan ófriðurin veksur og fundamentalistisku kreftirnar bert vaksa í megi og undirtøku fyri hvønn dag, ið fer.

 

Hesin dialogur má og skal byrja nú. Men tíverri er ikki nógv, sum bendir á, at vesturheimsins mætastu oddamenn eru sinnaðir at taka tann neyðuga dialogin upp við Islam. Nógv høvdu sett sítt álit á Gordon Brrown, men hann tyksit ikki vera maðurin, sum ger hol í sjógvin. Tvørturímóti hevur hann endurtikið allan retorikkin hjá Blair og tykist eins lýðin móti USA sum undanmaðurin. Tíðin vil visa, um vit mistaka okkum. Her er bert sostatt ein vón, og hon er, at USA fær eina nýggja politiska leiðslu á næsta forsetavali, sum verður um gott eitt ár – eina leiðslu, sum er sterk nokk til at taka upp tann neyðuga dialogin við islamska heimin. Eydnast hetta ikki fer tann triðja megin, Kina, avstað við heimsvaldinum og Vesturheimurin eins væl og islamski heimurin gerast við sviðið soð.

 

Sosialurin