Oddagrein· Eitt jaligt stig

Á ráðsfundinum seinasta fríggjadag samtyktu limalondini í FAO, at Føroyar fáa atlimaskap í felagsskapinum. Løgmaður fegnast sum vera man um atlimaskapin, sum fer at geva Føroyum ein virknan leiklut innan altjóða fiskivinnusamstarv. Harafturat gevur atlimaskapurin møguleikar fyri menningarvirksemi og samstarv innan menningarhjálp. Í FAO kunnu Føroyar koma við royndum og serkunnleika innan fiskuvinnu og aling, og harafturat gagnnýta og læra av holla virkseminum hjá FAO. 

   ? Vit eru mangan atfinningarsom mótvegis landsstýrinum og kanska serstakliga løgmanni, tað vil so vera og tað er ein partur av okkara uppgávu sum óheftur miðil. Hinvegin er sjálvsagt, at vit fegnast og geva rós, tá eitt nú løgmaður fær góð úrslit, sum gagna allari tjóðini. Vit fara nú uppí eitt samstarv, har føroyingar kunnu verða partur av tí týdningarmikla arbeiðinum hjá FAO, um at tryggja burðardygga matvøruframleiðslu og veitan av matvørum kring heimin. FAO hevur ein týðandi leiklut innan altjóða fiskuvinnusamstarv. Atlimaskapurin fer at geva Føroyum møguleika fyri at hava ein virknan leiklut og ávirkan innan hetta samstarv. Atlimaskapurin gevur eisini aðrar møguleikar fyri samstarv, eitt nú innan menningarhjálp.

 

Atlimskapurin í FAO er eitt jaligt stig og eitt diplomatiskt bragd, sum løgmaður og umsiting hansara í Tinganesi eiga at fáa mikið rós fyri. Tað er sjálvsagt, at vit í altjóðagerðini í huga royna at sleppa upp í allar viðkomandi altjóða samstarvsstovnar. Í hesum høpi er FAO upplagt hjá okkum sum matvøruframleiðandi tjóð. Her hava vit nakað at geva og her fáa vit heilt víst nógv burturúr samstarvinum, so her eru allar góðar grundir at fegnast um eitt gott og jaligt úrslit av longum og drúgvum samráðingum.

 

 

 

 

 

Sosialurin