Heildarmyndin, ið ein fekk av stevnuni var, at vit enn ikki hava eitt land fyri øll. Her manglar heilt nógv í, tá vit hugsa um tey menningartarnaðu. Síggja vit hinvegin gongdina yvir eitt longri tíðarskeið t.d. tey seinastu fimti árini, eru vit ivaleyst komin langt. Tann stóri spurningurin her og nú er, hvørji útbúgvingartilboð kann samfelagið veita teimum menningartarnaðu. Talan er um at byrja við einum eftirskúla, og verður í fyrsta umfari talan um eina roynd. Hetta er eitt gott tiltak.
Tey menningartarnaðu hava somu rættindi sum øll onnur í samfelagnum. Hetta merkir, at tey eiga rætt til útbúgving, arbeiði og bústað. Hetta gerst ikki uttan at settar verða á stovn serskipanir, har lagt verður upp fyri tí veruleika, at hesir samfelagsborgar ikki megna tað sama, sum tey, ið ikki eru menningartarnað.
-Vit skulu hava fjølbroytt tilboð, segði landsstýrismaðurin ? ikki ein ella tveir kassar. -Vit skulu fjølbroyta samfelagið ikki einstreingja tað, legði hann afturat. Púra rætt! Tað er væl eingin, sum er ósamdur. Men sum stjórin á sernámsdeplinum vísti á, er alt hetta ein spurningur um pening. Vit hava tann góða viljan, vit hava tey útbúgvnu fólkini til tað góða endamálið, vit hava foreldur og menningartarnað, sum vilja samstarva. Men tey vøkru orðini og tann góði viljin er ikki nóg mikið. Her mugu gerðir fylgja orðum! Samfelagið má og skal seta tær neyðturviligu upphæddirnar til taks, annars er alt hetta til fánýtis. Tann júst samtykti eftirskúlin fyri menningartarnað er eitt gott stig framá, og samtyktin bindur løgting og landsstýri til at játta, tað, sum skal til. Men framvegis er stórt trot á tilboðum til menningartarnað úti kring landið. Har trýtur arbeiði, har trýtur bústaður og har tróta útbúgvingartilboð. Allir flokkar á tingi eiga at taka lógvatak saman, so karmarnir fyri menning av menningartarnaðum kunnu gerast so góðir at Føroyar gerast eitt land fyri øll.
Sosialurin
Eitt land fyri øll
-Eitt land fyri øll! Tað ljóðar so sjálvsagt, sum nakað, ið øll eiga at kunna taka undir við. Men hvussu sær veruleikin út? Í farna vikuskifti hevði Javni landsstevnu, har eitt evni var At menna menningartarnað. Heildarmyndin, ið ein fekk av stevnuni var, at vit enn ikki hava eitt land fyri øll. Her manglar heilt nógv í, tá vit hugsa um tey menningartarnaðu. Síggja vit hinvegin gongdina yvir eitt longri tíðarskeið t.d. tey seinastu fimti árini, eru vit ivaleyst komin langt. Tann stóri spurningurin her og nú er, hvørji útbúgvingartilboð kann samfelagið veita teimum menningartarnaðu. Talan er um at byrja við einum eftirskúla, og verður í fyrsta umfari talan um eina roynd. Hetta er eitt gott tiltak.