ODDAGREIN: Eitt stórt framstig!

Boðskapurin frá landsstýrismanninum í al­­manna- og heilsumálum um, at stuðul nú verður latin, soleiðis at 136 nýggj eldra­búpláss kunnu útvegast í fleiri kommunum, er at fegnast um. Hetta lættir nógv um trup­ul­leikan, sum ikki hevur havt hægstu raðfesting

Tað gav at bíta, nú so nógv tos hevur verið um undirsjóvartunlar - seinast tunnilin í Sand­oynna. Ikki tí, vit síggja væl - sera væl - tørvin bæði sandoyingar og suðuroyingar eisini hava á at fáa fast samband við meginøkið, so landið alt kann knýtast saman í eina eind. Hetta fer heilt víst eisini at føra til sparingar á so nógvum økjum, so at fleiri midlar tá eisini verða til at raðfesta eldraøkið hægri.

Men harfyri mugu vit sýna teimum trup­ul­leik­um ans, sum vit hava her og nú. Vit mugu ikki lata okkum taka av fótum, men eisini viðgera trupulleikarnar sum eitt nú fólkaskúlin hevur eins og eldraøkið.

Landsstýrismaðurin í almanna- og heils­u­mál­um og samgongan annars eigur rós upp­i­borið fyri hetta stigið at útvega 136 nýggj eldrabúplass. Næsta stigið, ið eigur at verða tikið - umframt at nøkta allan tørvinum á økinum - verður at skapa umstøður fyri at byggja eldraíbúðir.

Nógv eldri fólk vildu fegin skift sín bústað um við eina eldraíbúð - og á tann hátt høvdu við eisini bøtt um íbúðartørvin annars.

Eftir hetta stigið hómast nú málið, sum er at nøkta allan tørvin á eldrabúplássum - sum er minsta kravið vit kunnu seta okkum, um vit vilja kalla okkum eitt vælferðarsamfelag - og tað var ikki verrið um komið var væl og virðiliga á mál fyri 2015!