Hóat vit á ongan hátt kunnu taka undir við teimum brotsgerðum, sum verða framdar móti ósekum menniskjum, taka vit heldur ikki undir við lógásettu skipanini, har tað almenna kann taka menniskju av døgum.
Tað er nevniliga einki, sum bendir á, at hesin revsiháttur hevur nakra preventiva ávirkan. Hagtøl vísa, at deyðarevsing minkar ikki um brotsverkini. Tað eru tí heilt onnur tiltøk, sum skulu til fyri at forða fyri mongum av brotsverkunum. Eitt nú størri sosialt rættvísi, minni fátækradømi, meiri undirvísing og størri tolsemi.
Hóast vit kunnu fegnast um, at tað ikki eru allir statir í USA, sum hava deyðarevsing í sínum skøldri, og hóast fleiri og fleiri statir avtaka deyðarevsing ella linka hesa, so er tað framvegis ein sannroynd, at tað almenna USA ? Gods own country ? gongur á odda at fremja deyðarevsing. Tað liggur einki aftanfyri Kina og onnur lond, har mannarættindini framvegis ikki verða vird.
Vit kunnu tó fegnast um, at tað kortini henda framstig. Eitt av hesum framstigum hendi nýliga, tá Hægstirættur við 5 atkvøðum fyri og 4 ímóti, tók eina heldur óvanliga og kolveltandi avgerð: í framtíðini er tað ikki loyvt nøkrum stati í USA at taka ungfólk av døgum, uttan mun til hvørja brotsgerð tey hava framt. Deyðadómar, sum eru feldir móti ungum amerikanarum tvs. undir myndugleikaaldur, verða broyttir til lívlangt fongsul.
Hetta er ein stórsigur fyri demokratiið og fyri mannarættindini. Og ikki minst fyri tey mongu kring allan heim, sum hava stríðst fyri at fáa USA at avtaka deyðarevsingina. Hetta er eitt stig á leiðini fram móti at fáa deyðarevsingina heilt avtikna. Eina revsing, sum hoyrir miðøldini til.
Hundraðtals dømi eru um, at ósekir amerikanarar, serstakliga littir, eru tiknir av døgum í elektriska stólinum. Prógvini móti teimum vóru í nógvum førum svik og lygnir, sum hvítir rasistar pentaðu saman ? oftani saman við eini hvítari løgreglu og eini hvítari jury. Oftani fingu og fáa brotsfólkini, her serstakliga fátæk og litt, ikki neyðugu løgfrøðiligu verjuna, tí tey hava ikki pening til tess. Tey eru offur fyri eini rasistiskari skipan, eini skipan, sum byggir á primitivu herrópinini í Gamla Testamenti: eygað fyri eygað og tonn fyri tonn. Eini skipan, sum ikki tekur hædd fyri, um allir borgarar fáa somu møguleikar at vaksa upp í einum demokratiskum samfelag. Eini skipan, sum heldur enn at brúka samfelagsins ognir til at skapa menning fyri øll, sleppur teimum ríkastu undan skatti og øðrum skyldum.
Øllum hesum stendur núverandi forseti USA, Georg Bush sum garantur og verji fyri. Hann hevur heimsmet í avrættingum sum guvernørur í Texas. Saman við nýútvalda løgmálaráðharra sínum Gonzales vildi hann ikki iðra einum tí einasta deyðadømdum í Texas øll árini hann sat sum guvernørur. Tað má tí vera ein dyggur smeitur fyri hann, at Hægstirættur nú hevur sett forboð fyri at taka unglingar av døgum. Men tíverri ? so fer sami Bush helst skjótt at seta "sínar" høgraheykar í Hægstarætt, nú skiftast skal út, og tá er vandi fyri, at hóast alt toleranta tilgongdin, sum nu er, verður steðgað og vit aftur fara at uppliva eitt USA, har hevdnarhugurin í øllum sínum nyansum aftur verður settur í hásæti.
Sosialurin