Um tað er løgtingsformaðurin, sum ikki rættiliga hevur skilt uppgávuna, er ilt at siga. Men ymsar løgnar útsagnir hava verið at hoyrt, sum hava skurrað – og sum hava fingið fólk at hugsa, at her endar galið.
Í útvaprinum spurdi Jógvan á Lakjuni í eini samrøðu, um hann heldur skuldi valt »ein sum meinti tað mótsætta...«
Hvør skal siga, eg havi valt ein, sum meinar hetta heldur enn hitt.
Løgmaður fegnaðist eisini um, at kanningarstjóri varð settur, sum fór at koma til ta niðurstøðu, at alt var farið rætt fram.
Hóast vit hvørgan teirra fara at leggja undir at hava sett kanningarstjóra við slíkum endamáli, so grugga slíkar útsagnir kanningina, sum frammanundan hevur verið verið fyri hørðum atfinningum, tí at advokaturin hevur verið so nógv fløktur upp í málið um tunnilsætlanina frammanundan.
Tá vit hava við so grundleggjandi viðurskifti at gera, sum eina slíka kanning, so hevur tað alstóran týdning, at farið verið varliga fram.
Løgtingsformaðurin átti at tikið málið upp alt fyri eitt, tá ivi varð sáddur um advokatin. Tí tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at trúvirði verður sett í hásætið.
Tað hevur tað so ikki verið gjørt hesaferð. Hvørki løgtingsformaðurin ella advokaturin hava tikið hesi viðurskifti í nóg stórum álvara.
Tí verður uppgávan ikki løtt, nú løgtingsumsitingin skal finna nýggj boð upp á óheftan advokat at lyfta arvin. Tað er heldur ikki vist, at føroysku advokatarnir vilja taka slíka uppgávu á seg, tí hvør tað so verður, sum fær uppgávuna, so verður hann vigaður væl og virðiliga.
Annfinn Vitalis Hansen heldur, at ein útlendingur eigur at fáa uppgávuna. Tað kann vera, at hann hevur rætt.
Vit kunnu so bara vóna, at hetta málið ikki longu hevur skatt trúvirði á slíkar kanningar so nógv, at tær í framtíðini ikki verða tiknar í álvar.
Uppgávan hjá Jógvan á Lakjuni er tó púra greið: Hann má endurskapa álitið, sum hann er farin ov lætt um í hesum málinum.