Granskingin er eisini ein sera týðandi liður í Visjón 2015, og er hetta í sjálvum sær ein viðurkenning av tí týdningi, sum hesin táttur hevur fyri føroyska samfelagið. Í øllum londum rundan um okkum henda stórar samfelagsbroytingar. Londini flyta seg frá at framleiða vørur til at framleiða vitan ella framleiðslur við støði í vitan. Samstundis sum henda tilgongd mennist, flyta tær lægstløntu vinnurnar til láglønarlond. Hetta rákið er enn ikki komið til okkum av álvara, men nógv bendir á, at rákið rakar okkum eisini í eini ikki ov fjarari framtíð. Tað ræður tí um at vera á varðhaldi og binda um heilan fingur. Hetta merkir við øðrum orðum, at tað ræður um at vera væl fyrireikaður til hesa nýggju og broyttu samfelagsstøðu. Undir hesum umstøðum eru útbúgving og gransking heilt grundleggjandi og sera týðandi fortreytir. Samfelagið eigur tí uttan dvæl at statsa uppá hesar tættir.
Tað er tí í tøkum tíma, at Føroyar eru komnar upp í granskingarprogrammið hjá ES. Tað er her tað gongur fyri seg. Tað er her pengarnir eru, og her eru øll tey týðandi netverkrini. Luttøkan er heilt einfalt ein fortreyt fyri, at granskingin skal kunna mennast í Føroyum. Hetta er eitt stórt stig tann rætta vegin, og nú er at vóna, at allir viðkomandi partar liva upp til nýggju avbjóðingarnar og møguleikarnar. Føroysk gransking og granskingarumhvørvi eru ikki bert kend fyri dugnaskap og dirvi, men fyri javnt og samt at lata illa at og fyri at gremja seg um vánaligu støðuna. Nú er støðan broytt og nú ræður um ikki at liggja sjóvarfallið av sær. Og síðst men ikki minst: henda nýggja skipan krevur øktar játtanir frá okkara polistisku skipan, men hetta man fara at vera minsti trupulleikin, nú komið er undir land eftir sjabbið tey mongu ár á opnum havi.
Sosialurin