ODDAGREIN: Ferðavinna sum hitt beinið

Tað eru stór mál, sum føroyska ferða­vinnan við nýggja ferða­ráð­num, Visit Faroe Islands, hevur sett sær.

Yvirskipaða málið er at økja um­setn­ing­in í føroysku ferða­vinn­uni úr um­leið 400 milliónum í 2011 í eina milliard í 2020.

Í blaðnum í gjár var temaið um ferð­a­­vinnu­na, og har kom eisini fram, at í nevnda tíðarskeiði skal talið av gistingum vaksa úr 90.000 til 200.000, og talið av ar­beiðs­pláss­um í ferða­vinnuni skal økjast við 450 í mun til tey 400–500, sum vóru í 2011.

Leingi hevur verið tosað um, at okk­um tørvar fleiri bein at standa á bú­skap­ar­liga, tí sveiggini í fiski­vinn­­uni hava so stóran týding á sam­­fel­­ags­­gongd­ina.

Ferðavinnan kann gerast tað í­­skoy­t­­ið, sum skal til. Her er tal­an um eina vinnu, sum longu hev­ur fleiri arbeiðspláss, men sum sam­bært nevdnu ætlan kann tvífalda tal­ið av arbeiðsplássum næstu seks ár­ini.

Nevnt varð, at her var bert tal­an um arbeiðspláss, ið stava frá út­lendsk­um vitjanum. Um heimliga ferð­a­vinn­an verður tald við, siga tey at ta­l­ið er nógv hægri.

Ferðaráð Føroya hevur havt eina undarliga lagnu seinastu ár­ini. Upprunaliga var talan um ein al­menn­an stovn. Síðan var hann lagd­ur saman við øðrum stovni fyri síð­ani at verða tikin av og rovini løgd beint undir landsstýrismannin í utt­an­rík­is­málum, sum nú er løg­mað­ur.

Tí var tað gott, at stig vórðu tikin til at end­ur­stovna Ferðaráðið, tí sjálv­andi skulu vit hava ein slíkan stovn, sum rættiliga skal leggja seg í sel­ar­nar fyri at fáa útlendingar at ferð­ast higar. Tí er tað uttan iva ein gongd leið at skipa hendan stovnin øð­r­vísi, so hann ikki liggur beint und­ir einum landsstýrismanni, sum tá hann hevur hug kann leggja stovn­in niður ella flyta hann undir onkr­an annan stovn bara soleiðis hiss­ini, sum søgan sigur okkum.

Tað er einki at ivast í, at ferð­a­finn­uni tørvar støðufesti og megi til at branda okkum uttanlands. Tí er tað uttan iva eisini rætt at nýta pen­ing­in til hetta endamál.

Sambært landsstýrismanninum á øki­num hava umskipaninar av Ferða­ráð­num seinastu árini máað av ál­it­i­num millum ferðavinnuna og pol­itisku skipanina. Tað er tí helst í ­tøkum tíma, at hetta álit verð­ur endurskapt, so Ferðaráðið kann leggja dent á endamálið, sum er at nøra um ferðavinnuna í Før­oy­um.