Sjálvsagt eru eisini aðrar orsøkir til, at danska felagið fer at gevast. Ein kann so vera tann, at landsstýrið hevur ikki loyvt felagnum at lækka ferðaseðlaprísirnar niður undir eitt ávíst mark, nú tað eisini hevur tikið hædd fyri tørvinum hjá almenna føroyska felagnum. Vit kunnu so enn bara gita, hvør veruliga og mest vigandi orsøkin er til, at vit nú bert fáa eitt flogfelag á Føroyarutuni.
Men hvussu er og ikki so er tað so ein veruleiki, at føroyingar um stutta tíð ikki kunnu velja millum at flúgva við tveimum flogfeløgum. Onkur vil siga, at man liggur, sum man hevur reitt. Vit hava valt Atlantsflog og fáa nú Atlantsflog so tað forslær.
Tað verður sum oftast sagt, at tað er sera óheppið við monopolum. Men sum sagt, enn vita vit ikki,um annað felag fer inn og tekur plássið hjá Maersk. So tað er skeivt at siga, at talan er um desideraða monopolstøðu enn. Hinvegin er greitt, at verður bert eitt flogfelag, so fer tað sjálvandi at hava trupulleikar við sær. Tað verður ein truplari støða fyri bæði brúkara og veitara. Vit velja at trúgva, at føroyska flogfelagið nú av álvara fer at uppgradera sínar tænastur, nú tað helst einsamalt skal flyta fólk millum Føroyar og útlandið. Men tað fer at seta stór krøv. Vit hoyrdu í sjónvarpinum mánakvøldið, at tað flutningurin av góðski kann gerast ein trupulleiki. Og vit kundu so lagt aftrat og spurt, um ikki flutningurin av sjúklingum eisini gerst truplari bara við einum flogfelag! Og soleiðis kundi uttan iva verið hildið fram at vísa á trupulleikar, sum vilja koma í kjalarvørrinum av, at bert eitt felag fer at røkja alla rutuflúgvininga. Tað vilja so uttan iva eisini vera fyrimunir at vísa á. Gott og rætt er at fáa eitt alment og opið orðaskifti um ta støðu, sum hevur tikið seg upp, nú Maersk gevst. Vit eiga so at takka danska flogfelagnum og tess starvsfólkum fyri ta tíðina tey hava røkt rutuna. Tøkk fyri gott arbeiði og fyri góða tænastu.
Áhugavert verður so at frætta, hvussu verður við tænastuni og prísum við bert einum felag. Kann tað t.d. hugsast, at fíggjarmálaráðharrin her sær ein góðan møguleika at taka inn væl av peningi frá felagnum til at fylla út hol í fíggjarlógunum, sum koma, nú Atlantsflog eftir øllum at døma fer at hava uppaftur størri yvirskot. Og at tað aftur fer at merkjast á prísinum? So tað er við blandaðum kenslum, at vit fara inn í eina nýggja tíð á flogferðsluøkinum. Eingin ivi er tó um, at stórar avbjóðingar liggja í hesum. So er bara at brúka tær rætt og skilagott.
Sosialurin