Tá brotsverk eru firnað, kunnu vit altíð kjakast um, hvussu rætt og viðkomandi tað er at taka tey uppaftur so nógv ár seinni. Men í hesum føri eigur Føroya fólk at fáa eina frágreiðing frá løgmanni og frá Jørgen Niclasen um, hvat tað er, sum er farið fram. Tí hesar skuldsetingar eru ímóti fíggjarmálaráðharranum. At siga, at Jørgen Niclasen var so ungur, at hann ikki kundi kenna ábyrgd, tað nyttar ikki. Jørgen Niclasen var hóast alt ikki yngri enn so, at hann kundi sita á løgtingi.
Vit vita væl, at hetta er eitt eymt mál hjá løgmanni at taka upp, tí hann hevur sjálvur verið uppi í vinnuvirksemi, sum hevur kostað landinum pengar, og sum hevur kosta øðrum kreditorum stórar milliónaupphæddir. Men løgmaður er ikki skuldsettur fyri at hava gjørt nakað ólógligt. Tað er ikki ólógligt at fara á húsagang. Tá Sosialurin í 2012 bað um innlit í búroknskapir og trotabúsviðgerðir hjá øllum feløgunum hjá løgmanni sást, at eingin greiða var fingin á nøkrum. Øll feløgini, sum løgmaður varðaði av – uttan eitt reklamuvirki, sum hann var nevndarformaður í – vóru strikað uttan nakran búroknskap. Feløgini áttu ikki so mikið av pengum, at tað kundi loysa seg at gera ein roknskap sum kundi vísa, hvussu skilið var – ella um alt var farið rætt fram.
Hesi feløgini vórðu strikað úr partafelagsskrásetingini, meðan Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður.
Tí er tað kanska serliga sárt hjá løgmanni at taka Jørgen Niclasen undir luppin. Jørgen Niclasen er eisini krumptappurin í samgonguni. Fellir Jørgen, fellur samgongan – og so fellur løgmaður eisini.
Men fólkið hevur krav upp á at fáa at vita, um vit hava ein reiðiligan fíggjarmálaráðharra. Hetta er ein spurningur um trúvirði og álit. Valla hevði nakar ráðharri í nøkrum øðrum landi verið sitandi við slíkum skuldsetingum ímóti sær. Spurningurin er so, hvar markið hjá løgmanni gongur. Løgmaður kann ikki venda skútsinum ímóti teimum, sum skuldseta. Tì fyri fyri fólkið er tað ein spurningur um álit á politisku skipanina – og tað er uppgávan hjá løgmanni at tryggja hetta álit.