Oddagrein: Heiðurlig byrjan

Neyvan er nakað, sum fær savnað eina tjóð sum fótbólturin. So er eisini hjá okkum. Leygardagin leiktu Føroyar sín fyrsta dyst í EM-undankappingini. Eftir eina kanónbyrjan, har framherjarnir Jákup á Borg og John Petersen í professionellum samanspæli løgdu Føroyar á odda 2-0, gjørdist endin tó javnleikur. Hóast fleiri væl spældar bóltar niðan móti skotska málinum og við góðum málmøguleikum hepnaðist tað ikki okkara monnum at fáa bóltin í aftur netið. Hóast Føroyar høvdu ein sera góðan møguleika at vinna á Skotlandi, skuldi tað ikki eydnast hesaferð. Men neyvan nakrantíð í landsdysti hava vit havt so nógvar málmøguleikar og hóast tað ikki gav bonus hvørja ferð, boðar tað frá góðum.

Hetta var ein publikumsdystur av teimum frægu við góðum kombinatiónsspæli, og spælararnir høvdu helst fingið boð um ikki at fara í skotgravirnar. So um heiðurliga úrslitið og góða áskoðaravinarliga spælið er eitt úrslit av nýggja taktikkinum hjá Henrik Larsen, venjara, má tað sigast, at hann og landslið okkara havar fingið eina stak góða byrjan. Við duoini Jákupi og John er kanska lagdur ein nýggjur grundarsteinur, sum kann gerast okkara besta trumfkort móti Íslandi og Týsklandi.

Nýggi landsliðsvenjarin, ið herfyri stóð fyri skotum, tí ?hann kom ikki fram? eigur rós uppiborið fyri henda sín fyrsta dyst sum venjari. Tað er eingin løtt uppgáva at venja eitt landslið. Tað krevur bæði dirvi og hegni. Venjarin hevur víst bæði tvey. Viðmerkjarar vórðu annars nógv í iva undan dystinum, um tað var rætt at flyta John Petersen so langt fram á vøllin heldur enn at hava hann sum spælfordeilara á miðvøllinum. Tað skuldi vísa seg, at hetta var ein røtt avgerð. Við eitt sindur av hepni og frontáleypararutinu hevði John Petersen kunnað gjørt hattrick.

Ein dystur er ov lítið til at meta um evnini hjá nýggja venjaranum. Men hann hevur fingið eina góða byrjan, ið føroyingar fegnast um. Landslið okkara hevur stóran týdning fyri samleikan, eins og tað hevur týdning sum íblástur fyri yngru ættarliðini. Tillukku til spælarar og venjara. Vit hava áður á hesum stað fílst á, at landsliðið er farið ov seint í gongd við at venja, nú liðið skal spæla móti eini av heimsins sterkastu fótbóltstjóðum, Týsklandi. Farið er farið. Nú mugu vit hyggja fremeftir. Og við hesum fræga úrslitinum í kjalarvørrinum eiga vit at stevna fram móti einum heiðurligum úrsliti aftrat móti Týsklandi, tó at tað verður ein sera torfør uppgáva.