Samgongan hevur lovað ein skattalætta uppá 240 milliónir krónur í hesum valskeiði. Hetta varð gjørt, áðrann nakar í samgonguni visti, hvussu fíggjarliga støðan hjá landskassanum var. Hetta lyftið varð givið, meðan nýggja samgongan enn trúi uppá tað, sum gamla samgongan vissaði fólkið um, nevniliga at vit høvdu ein grundleggjandi sunnan búskap. Tá gerandisdagurin kom, vísti tað seg, at soleiðis var støðan ikki. Hon var mestsum beint tvørturímóti. Alivinnan, rækjuvinnan og flakavinnan á landi vóru allar komnar á fallandi føti. Almenni búskapurin hevði tað lítið betri, og fyrsta fíggjarlógin hjá nýggju samgonguni kom út við halli. Tann næsta verður lítið mætari. Hetta er eingin tespilig støða, og samgongan hevur tikið til tey vanligu ráðini at skera niður. Men við niðurskurðinum minkar virksmið í landinum, so hetta er alt annað enn lætt.
Hóast hetta sostatt ikki er nakað einfalt mál, eiga myndugleikarnir at taka eina samráðing við fakfeløgini til tess at kanna eftir, hvat partarnir kunnu semjast um. Kann ein avtala millum landsstýrið og fakfeløgini við lønarafturhaldi tryggja eitt hægri reallønarstøði, er hetta so avgjørt eitt áhugavert alternativ til lønarhækkingar. Vandin er bara tann, at slíkar skipanir hava tað við at verða útholaðar, tá ein tíð er farin. Tá tað almenna aftur fær tørv á peningi, verður freistandi at hækka avgjøldini, síðan hækkar beinleiðis skatturin, og so er støðið máað undan reallønini. Skal henda leið við lønarafturhaldi og skættalætta haldast, mugu partarnir gera bindandi langtíðaravtalur. Tað er lættari sagt enn gjørt.
Sosialurin