Hetta eru óivað tekin um, at tað gongur væl í føroyska samfelagnum. Eftir nøkrum árum hevur føroyska samfelagið reist seg úr øskuni. Fyri einum 6-8 árum síðani vóru eini 5000 fólk arbeiðsleys. Hús og íbúðir vórðu handlað fyri nakrar fáar hundrað túsund krónur. Ídag fæst hvørki
arbeiðsorka ella býli. Í hvussu er ikki fyri vanlig fólk. Hús í høvuðsstaðnum fara í dag lættliga fyri hálvaaðru millión.
Samstundis sum løgtingið samtykkir størstu fíggjarlógina nakrantíð og størstu íløgurnar nakrantíð, eru hvørki ráð at hækka pensjónir, seta nóg mikið av til heilsuverkið ella seta pening av til íbúðagrunnin. Tað eigur at geva fólki nakað at hugsa um.
Helena Dam á Neystabø skjeyt upp at hækka pensjónirnar slakar 30 mió.kr. Men uppskotið varð felt. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skutu
upp at strika greinina, sum heimilar at pensjónir verða javnaðar. Eitt torskilt mál, men sum hevur til endamáls at forða fyri, at grundupphæddin undir øllum pensjónum so líðandi verður undirgrivin. Hóast hetta uppskotið bara kostar einar 15 mió.kr., so verður tað eisini felt.
Øll ásanna, at fólkapensjónin og aðrar pensjónir eru ov lágar, men tíverri er ikki vilji at hækka hesar. Í landsstýrissamgonguni er ein flokkur, sum higartil hevur verið at telja millum teir sosialt tilvitandi flokkarnar. Men hvar er Tjóðveldisflokkurin í dag?
Á hesum stað er fleiri ferðir nevnt, at ein almennur íbúðapolitikkur má rekast, og at peningur má setast av til ískoyti til íbúðabygging. Men eins og undanfarin ár, verður ikki eitt klovið oyra sett av. Á hesum stað er ferð eftir ferð víst á, at einstaklingar, eitt nú pensjónistar
ella eisamallar mammur við børnum, hava ikki ein livandi kjans at ogna sær eini hús ella eina líkinda íbúð. Men hvat gera Tjóðveldisflokkurin og tann sosial-liberali Sjálvstýrisflokkurin? Fella uppskot at bøta pensjónsviðurskifti og játta ikki eitt oyra til íbúðagrunnin! Her í blaðnum er fleiri ferðir gjørt vart við støðuna á íbúðarmarknaðinum, eitt nú við samrøðum við Randi Frederiksberg, sum setti fokus á tann spurningin í høvuðsuppgávu og fekk tvey 13-tøl. Hon nam eisini við ta komandi oljuvinnuna, sum bara økir um tørvin á íbúðum.
Nú tekur bæði Búskaparráðið og fakfelagið hjá Búskapar- og
løgfrøðingunum undir við sjónarmiðnum hjá okkum og rópa varskó. Hesi ásanna nú, at vantandi íbúðapolitikkur forðar fyri, at fólk flyta til landið og forðar samstundis fyri menning her á landi. Men landsstýrið vil eftir øllum at døma heldur lívga húsa- og íbúðaspekulatión enn skipa
ein veruligan íbúðapolitikk! Vit spyrja aftur: -hvar er sosiala samvitska Tjóðveldisfloksins?