Oddagrein· Hvar gongur markið fyri alment formyndarí?

Tað almenna átekur sær í summum førum at veita borgarunum serliga vegleiðing. Hetta verður til dømis gjørt á sigarettpakkum, har tað við stórum bókstavum verður gjørt vart við vandan at roykja. Alt gott um tað. Spurningurin er, hvar markið gonur, og í hvønn mun tað almenna skal ráðgeva.

Tað munnu vera tey heilt fáu, ið ikki vita, at eitt súrepli er betur fyri heilsuna enn leykasmelt. Hóast hetta velja nógvir borgarar at eta hetta seinna viðhvørt. Tað er eitt tilvitað val, sum ikki er grundað á vantandi vitan. Tað eru nógvir føroyingar, sum ikki renna dagliga. Er tað tí, at teir ikki vita betur? Man tað vera tí, at teir ikki vita av fólkaheilsurenningum? Neyvan. Tað er nú einaferð so, at einstaklingurin ræður sær sjálvum, og summi velja tilvitað ein sunnan livihátt í allar mátar, meðan summi velja ávís element frá, hóast tey vita betur. Kunning skal sjálvandi til í ein ávísan mun. Næmingar læra í fólkaskúlanum, at frukt og grønmeti er sunt, at tað er gott at røra seg, og at fyribyrging er neyðug. Tað man vera avmarkað, hvussu nógv meir landið fær gjørt.

 

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki enda í somu grøv sum okkara grannalond, har sjálvfylgiligir faldarar er vorðið ein skattafíggjaður ídnaður, sum hevur óneyðuga nógv fólk í arbeiði. Eitt nú í Danmark, har tað almenna fyri nøkrum árum síðani hevði eina stóra skattafíggjaða kampanju um at eta meiri pasta, sum um borgarin ikki var heilt førur fyri at velja matskrá sjálvur. Ella enn verri sum bretska stjórnin, sum nýligani sendi ein faldara út, sum ávarar móti kulda um veturin.

 

Tað er ein niðurgerðing av borgaranum, tá man tosar við hann, sum var hann eitt barn. ES parlamentið hevur júst viðtikið, at allar billýsingar framyvir skulu hava eina ávaring eins og á sigarettlýsingum, har gjørt verður vart við, at bilurin dálkar og hvussu nógv hann dálkar. Eitt er kunning frá framleiðara um CO2 nýtslu, sum er skilagott, men at ES parlamentið krevur eina ávaring um at bilar dálka, er tað sama sum at siga at ES borgarin er ikki serliga gløggur. Hvat verður tað næsta? Tað logiska vildi verið at skrivað ein ávaring á flogferðaseðlar, har gjørt verður vart við, at flogfarið hevur motorar, sum dálka. Hví ikki eisini skriva á fiskapakkar, at fiskurin ikki er fingin til vega við deyðsiglara?

 

Onkustaðni má mark setast fyri alment formyndarí. Tað er nú einaferð ein sannroynd, at um borgarin verður viðfarin sum eitt barn, so er vandi fyri, at sami borgari fer at halda, at alt sum ikki hevur eina statsávaring við stórum bókstavum á sær er óskaðiligt. Tað vildi av sonnum verið skaðiligt!

 

Sosialurin