Oddagrein· Hvat gera vit á fólkatingi?

Enn einaferð taka vit í Miðlahúsinum stig til eitt viðkomandi og aktuelt Trapputing. Hesaferð verður Trapputingið eisini startskot til fólkatingsvalstríðið, har vit leggja pall og mikrofon til orðaskiftið millum topkandidatarnar hjá politisku flokkunum. Eitt orðaskifti, sum vónandi fer at varpa ljós á leiklut okkara á danatingi.

Mong munnu vera samd við okkum um, at tað til tíðir kann vera sera torført at síggja fyrimunin við hesa løgnu umboðan okkara. Aftaná knøpp trý fullkomiliga einkisigandi ár fyri føroyska fólkatingsumboðan, hava umboð okkara skorað kassan, og tjóðin millum lítið og onki fingið burturúr. Meðan annað umboðið spælir leiklutin sum pínslaváttin úr norðurhøvum, hevur hitt umboðið, riddarin av danabrók, als ongan leiklut spælt. Hvat er frægari er ilt at siga.

 

Við Trapputinginum rópa vit veljaran til fundar. Orðaskiftið verður varpað beinleiðis á Rás 2, og aftaná verður umrøða her í blaðnum. Soleiðis røkja vit uppgávu og málsetning okkara, at vera ein virkin viðspælari í demokratiska orðaskiftinum, at loyva ymiskum áskoðanum framat og at varpa meiningar út um alt landið. Soleiðis kunnu vit, sum fjórða statsmaktin, eisini geva okkara íkast til fólkaræðið.

 

Hvat valstríðið til fólkatingið skal snúgva seg um her hjá okkum, er enn óvist. Hóast ein vika longu er farin av valstríðnum er lítið komið fram um, hvat hetta valið skal snúgva seg um.

 

Okkara uppáhald er, at langt er ímillum góðu grundgevingarnar fyri einum framhaldandi umboðan á fólkatingi, og lítið er, sum vit ikki kundu framt og røkt, vóru vit sessirnar fyriuttan. Og vit seta Trapputinginum spurningin: Hvat gera vit á fólkatingi?

 

Sosialurin