Oddagrein· Hvussu liva vit upp til at vera best!

Í morgin skipar SamVit fyri ráðstevnu um vistferðavinnu í Norðurlandahúsinum. Henda ráðstevna má sigast at vera væl timað, nú Føroyar júst eru útpeikaðar sum mest dragandi oyggjaland í verðini! Hetta siga 522 altjóða serfrøðingar í kanning, sum heimsins størsta tíðarrit, National Geografic hevur gjørt. Tað setur krøv. Hvat gera vit við tað spyrja SamVit fólkini skilagott, og tað er m.a. í hesum sambandi, at tey í morgin skipa fyri stórari ráðstevnu.

Nú National Geographic hevur kosið Føroyar sum mest vitjanarverda land av 111 oyggjalondum í verðini, fara fleiri fólk uttan iva at leggja leiðina henda vegin. Eru vit fyrireikað til hetta? Og hvat fara ferðafólk at vænta sær av vitjanini hjá okkum? spyr SamVit og leggur aftrat, at tær dygdir, teir 522 serfrøðingarnir hjá National Geographic løgdu dent á, tá teir valdu okkum, geva okkum helst eina hóming.

 

Endamálið við ráðstevnuni um vistferðavinnu leygardagin er at seta fokus á, hvussu vit menna og marknaðarføra Føroyar sum vistferðavinnuland. Ráðstevnan snýr seg um at gera okkum her í Føroyum meira varug við virðini í okkara náttúrliga og mentanarliga tilfeingi og varpa ljós á, hvussu vit varðveita og menna tey eyðkenni, sum gjørdu Føroyar til nummar eitt í kanningini hjá National Geographic. Føroyar endaðu sum einasta land í næstovasta bólki (eingin kom í ovasta) sum eitt upprunaligt, óspilt land, sum sannlíkt verður verandi so.

 

Ein av serfrøðingunum, sum tók lut í National Geographic kanningini, er ein av gestafyrilestrahaldarunum leygardagin! Hann og onnur fara at siga okkum, hvussu vit best ansa eftir hesum virðum, so vit framyvir kunnu varðveita okkara støðu á fyrstaplássinum – og fáa eina burðardygga vinnu burtur úr tí.

Vit kunnu bara taka fult og heilt undir við SamVit og teimum spurningum, sum settir verða. Og tað er gott og kærkomið, at almennir stovnar her heima eru so skjótir at taka upp og fylgja upp slíkum góðum tíðindum og nettupp seta kikaran á okkum sjálvi. Kunnu vit liva upp hetta ótrúliga skoðsmál og hvussu kunnu vit bøta um og skapa umstøður fyri tí flóðaldu av ferðafólki, sum heilt náttúrliga vilja velja Føroyar sum ferðastað komandi árini eftir eina so positiva umrøðu í heimsritinum National Geographic.

Hvussu liva við upp til hetta einastandandi skoðsmálið er reyði tráðurinm, sum SamVit tekur upp nú. Hetta er eitt so ótrúligt høvi hjá ferðavinnuni, og tí er gott, at hon her hjálpir okkum at taka í egnan barm. Tað kann als ikki gerast upp í reklamupengum og menniskjaorku, hvat skoðsmálið í National Geographic hevur at týða fyri okkum.

 

Sosialurin