Jólini eru kreppan í árinum. Síðani 21. juni, táið nátt og dagur tóktust okkum líka, hevur tað gingið aftur á hondina við degnum líka til 21. desember, har ein illveðursdag náttin hevur so nógv vald hjá okkum, at ljós má brenna allan dagin. Men so fer tað aftur at lýsna, og alt á foldum fer at gleða seg til sól og summarhita.
Jólini eru kreppan í verðaldarsøguni. Jesu føðing ella fylling tíðarinnar, sum Paulus so rámandi kallar hendingina, er tann miðdepilin í verðaldarsøguni, sum alt snýr seg um. Størsti parturin av heiminum býtur tíðina sundur í tíðarskeiðini undan og eftir føðing Krists. Ei undur í. Mannættin var smokkað so djúpt niður í myrkur vónloysins og syndarinnar, og ótti nívdi henni, so eingin visti sær bjarging, men tá var tað ljósið tendrað, sum skeint yvir allan heimin til at lýsa fyri teimum, sum situr í dali deyðaskuggans og myrkurs. Tá ljóðaði tað til seyðamenninar: Óttist ikki, tí tykkum er í dag ein frelsari føddur.
Jólini kunnu eisini verða ein kreppa fyri tað einstaka mannahjarta. Ert tú sokkin so djúpt í synd, sorg og deyðaangist, sum nakað menniskja kann søkka, har tú ert komin á botn og hevur lært at kenna ta djúpu neyð, har tú ikki kanst hóma ein einasta sólargeisla, ? hoyr tí, hvussu jólaklokkan kimar fyri fylling tíðarinnar, tær til sálarbót. Hátíðin fyri føðing Krists kann eisini gerast tann stóra broytingin í lívi tínum, so at tú mitt í bølamyrkrinum kann hóma ljósið av himni.
Á hesi stóru hátíð ársins, søgurnar og lívsins, møta vit tveimum kongum: Augustus keisara í Róm og hinum Harra Jesu Kristi í Dávids staði.
Augustus situr á trúnu síni í glæstriborgni í Róm. Vit kenna andlit hansara av standmyndum frá samtíðini: eitt vakurt sterkt andlit, ið sýnir okkum ein mann við sterkum vilja, ein mann, sum er vanur at sigra og sum ikki letur seg boyggja, hvørki av vinum ella fíggindum. Augustus var heimsins mætasti maður. Hann var tilbiðin eins og gudur, og orð hansara var lóg. Hann sendi júst tá boð út um, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal, men hann visti einki um tað barnið, sum júst tá var borið í heim, men vit høvdu vitað lítið meira um Augustus í dag, enn vit vita um hinar rómversku keisararnar, um ikki hetta barnið var føtt, meðan hann var keisari.
Hetta lítla barnið er hin kongurin, sum skuldi gerast so nógv meira kendur enn Augustus. Hvussu Jesus hevur sæð út vita vit ikki. Men sambært Jesaia profet, so skal hann ikki hava verið glæsiligur á at líta, so vit vegna útsjónd hans kunnu finna hugna í honum.
Men vita vit einki um útsjónd hansara, so vita vit so mikið meira um lív hansara og virki, um lyndi hansara og vilja. Hann var spaklyntur og eyðmjúkur av hjarta. Hann gjørdi ikki synd, og svik var ikki funnið í munni hans. Hann hjálpti øllum, sum heittu á hann, og hann lærdi okkum, at alt tað vit vilja, at menniskju skulu gera móti okkum, tað skulu vit eisini gera móti teimum. Hann hin reini og syndafríi doyði fyri tínar syndir.
Kreppa ella ikki, so kunnu jólini verða tey kyrrindi í lívi tínum, har rákið vendir hart frá vandasjógvi móti heimastrond.
Gævi so var hjá øllum, ið hetta lesa og bert kenna heimsins kong, so fáa vit øll eini gleðilig jól.