Men Jørgen Niclasen vil ikki svara hesum spurningum.
Tað skapti virðing, tá Lars Løkke Rasmussen, formaður í danska Vinstraflokkinum, beyð til tíðindafund eftir alt rokið um sera dýru ferðaseðlarnar hjá honum. Danska demokratiið virkar soleiðis. Fyri opnum skíggja tók hann í móti øllum spurningum, sum tíðindafólkini høvdu upp á hjartað.
Men soleiðis virkar føroyska demokratiið ikki. Soleiðis virkar kunningin heldur ikki frá føroysku aðalráðunum, og soleiðis virkar kunningin heldur ikki frá føroysku flokkunum.
Beint fyri midnátt mikukvøldið sendi Fólkaflokkurin út eitt tíðindaskriv, har Jørgen Niclasen yvir ein kamb vísir øllum ákærunum aftur. Men honum líkt, so er hann ikki tøkur til fjølmiðlarnar, sum so nátúrliga hava fleiri kritiskar spurningar at seta honum. Skrivið frá Fólkaflokkinum svarar ongum spurningi.
Tað er átalu vert, at ein landsstýrismaður nýtir slíkan framferðarhátt mótvegis miðlunum og almenninginum. Hann hevur fyri vana at senda út tíðindaskriv um náttina – helst við teirri vón, at kopiportalarnir púra ókritiskt leggja tað út – uttan neyðugu journalistisku viðgerðina. Soleiðis var eisini mikukvøldið, tá fleiri kopiportalar virkaðu sum boðfretar fyri ein kroystan landsstýrismann, sum soleiðis royndi at leggja út roykslør.
Hósmorgunin var eingin Jørgen Niclasen at finna. Tá var hann farin av landinum. Tað er ein løgin framferðarháttur, at fíggjarmálaráðharrin – so sperdur sum hann er av hesum ákærum, sendir út tíðindaskriv um málið fyri síðani at fara av landinum og ikki vilja taka telefonina. Heldur enn at grugga málið enn meira, so átti Jørgen Niclasen at vísti seg sum ein statsmann og gjørt, eins og Lars Løkke Rasmussen gjørdi:
Send boð eftir øllum fjølmiðlunum í Føroyum. Set teg við teimum og greið frá øllum ivaspurningum. Hevur tú reint mjøl í posanum, so er tað ikki ein trupulleiki.
Við framhaldandi at grugga málið, kann tað bara enda galið.