ODDAGREIN: Koyrdi fjølmiðlar á dyr

Ikki er alt í politikki, sum tolir dags­ins ljós. Soleiðis vóru landsfundir hjá pol­it­isku flokk­u­num altíð hildn­ir fyri aft­ur­lætn­um hurð­um. Men eft­ir ald­a­skift­ið kom broyt­ing í. Tá funnu pol­it­isku flokk­ar­nir út­av, at tað var nógv skil­a­betri at bjóða fjøl­miðl­u­num við til lands­fund­ir­nar, eins og gjørt verð­ur í øðr­um lond­um. Fr­í­a orð­a­skift­ið – eis­ini tá tað er í pol­itisk­a bak­landi­num hjá flokku­num – skal vera gott og gagn­ligt, og tí skal tað eisini tola dagsins ljós.

Allir flokkar hava tí sein­astu ár­ini boð­ið fjøl­miðl­um við. Fólk­a­flokk­ur­in er far­in so vítt, at hann hev­ur enntá sent all­an lands­fund­in »live« á internetinum.

Men leygardagin kom vend í hjá Fólka­flokk­i­num. Fjøl­miðl­arnir ­vóru ikki bodn­ir við, og einki varð sent á int­er­net­i­num. Men tað hildu vit vera eitt mis­tak, so sjálv­andi sendi Sos­i­al­u­r­in fólk til fundin, sum varð hild­in á Hotel Hafnia leygardagin.

Um tað var tí, at leiðslan í Fólka­flokk­i­num var bang­in fyri at fáa skor­fleingju á lands­fund­i­num, at fjøl­miðl­ar­nir ikki vóru bodn­ir við kunnu vit bara gita um. Men tá at­finn­ing­ar­nar høvdu hegl­að nið­ur yv­ir leiðslu floks­ins í ein­ar tveir tím­ar um ó­rætt­vísu fram­ferð­ina við, at floks­leiðsl­an ikki slapp at taka dag­ar í mill­um Jørg­en Nicl­a­sen og Ann­iku Ol­sen og um, at Jac­ob Vest­er­gaard varð vrak­að­ur sum for­mað­ur, tá varð Sos­i­al­ur­in koyrd­ur á dyr við teim­um boðum, at tann av­gerð­in varð tikin um morgunin.

At persónsstríðið í Fólk­a­flokk­i­num er stórt og tyngj­a­ndi fyri flokk­in er eyð­sæð. Tá ein gamal pol­it­isk­ur rev­ur sum Óli Breck­mann trí­n­ur upp á røð­ar­a­pall­in at siga, at Fólk­a­flokk­ur­in skal skifta formann og lands­stýr­is­fólk ong­an­tíð ov skjótt, tá má tað vera tal­an um ein flokk í stór­um per­sóns­trup­ul­leik­um.

Á hendan hátt líkist Fólka­flokk­ur­­in teim­um gomlu komm­un­ist­isku flokk­unum eystan­fyri, har gamlir knark­ar hildu seg til maktina við øll­um snildum.

At eitt slíkt stríð skal standast í Fólka­flokk­i­num beint nú tyk­ist ikki ser­liga búgv­ið pol­it­iskt. Flokk­ur­in er kom­in í tað mest re­ak­ti­on­eru sam­gongu, sum hann kann hugsa sær. Hann hev­ur fing­ið all­ar hin­ar flokk­ar­nar í sam­gong­uni at taka undir við flat­skatt­i­num, og tað er løgið, um eitt per­sóns­stríð í Fólk­a­flokk­i­num skal for­koma hes­um møg­u­leika. Men vit hava sæð slíkt fyrr, eitt nú tá Tjóð­­veldi hál­aði tepp­ið und­an An­finni Kalls­berg og har­við for­kom full­veld­is­sam­gong­uni end­a­liga.

Tað verður áhugavert at frætta, hvussu leikur fer. Vónandi fær Fólk­a­flokk­ur­in ikki lokk­að hin­ar flokk­ar­nar at steingja sín­ar lands­fund­ir eis­ini.