Fyrst var tað Posta, sum trífaldaði prísin á útbering av bløðum í hvørt hús í landinum. So var tað Løgtingið, sum eftir ynski frá mentamálaráðharranum tók burtur av miðlastuðlinum, so minni verður eftir til bløðini, fyri at býta út til onnur. Síðani knallar Posta á nýggjárinum 33% oman á prísin at bera bløð út til haldarar.
Tí standa vit púra spyrjandi, nú landsstýrið við lóg ætlar at hækka kringvarpsskattin hjá øllum føroyingum yvir 24 ár við tveimum prosentum um árið. Vit eru púra paff. Hvat í Jesu navni hevur landsstýrið ímóti fríu miðlunum í Føroyum?
Er tað veruliga eitt mál hjá landsstýrinum at kvala privatar miðlar, so tað bara verður pláss fyri almenna kringvarpinum?
Og hetta er tann »borgarliga« samgongan, við jassunum á odda, sum alment søgdu seg hava kastað hatur á Kringvarpið. Fíggjarmálaráðharrin hevur úr egnum lumma rindað fleiri hundraðtúsund krónur til oddafólk í Kringvarpinum, tí hann tapti eitt sakarmál, hann legði ímóti teimum fyri ærumeiðing. Mentamálaráðharrin vildi avtaka Kringvarpið – men tá ein av hasara kæru fekk starv har, so hevur hann hálsað um og vil hækka kringvarpsskattin 2% um árið. Her er nógv, sum ikki hongur saman.
Meðan menninir í landsstýrinum soleiðis leggja ráð um at seigpína privatu miðlarnar, so sita atkvøðnuneytini í Løgtinginum og gapa og trýsta á grøna knøttin, sum um tey ikki duga at hugsa sjálvi. Og soleiðis fer »borgarliga« samgongan helst eisini at fremja stigið fult út ímóti privatu etableraðu miðlunum. Privat virki, sum hava virkað í Føroyum í fleiri enn 100 ár.
Vit hava einki ímóti, at Kringvarpið fær tað, sum skal til fyri at reka ein almennan public service stovn. Men tað er løgið at sita og hyggja, meðan landsstýrið miðvíst og skipað máar støðið undan privatu miðlunum – og fyllir kassan í Sortudíki við avgjaldshækkingum á skattgjaldaran – og við eini avgjaldsøði, sum merkir, at kringvarpsskatturin hækkar 2% um árið. Og hesi kalla seg borgarligar politikarar – men tey hava ikki peiling av, hvat liberalisma er fyri nakað.
Hevði Posta hækkað prísin á bløðunum 2% um árið, so var tað tað. Men 300% eitt árið og 33% annað árið, álvaratos – onkur klokka mátti ringt hjá »liberala« ovastatemplaranum í Tinganesi, tá tað nú ikki glógvar í tingfólki...