Oddagrein· Óli P.

Í dag 24. januar 2006 verður Óli Petersen sjeyti ár. Óli hevur nú í mong ár teknað her í blaðnum og vit nýta høvið at ynskja honum hjartaliga tillukku. Óli er sermerktur sum listamaður. Ja, hann er so sermerktur, at vit í grundini ikki hava orð á føroyskum fyri hansara sermerktu list. Tað, ið hann letur frá sínum penni er humor og satira - í orðabókini umsett til skemt og speisemi. Hesi orð lýsa ikki rættiliga tað, sum Óli ímyndar, sum júst er humor og satira. Men vit vilja so fyri góðan ordans skuld nýta skemt og speisemi. Hansara øki er karikatururin, oftast ein sera vinarlig men tó avskeplað og skemtilig mynd av veruleikanum.

Blaðteknarar, teir sum nýta karikaturin, eru samfelgasins eygleiðarar og viðmerkjarar. Óli er meistarin á hesum øki. Hann kennir fyrr enn nakar annar øll rák í øllum teimum umhvørvum har maktmenniskjuni ferðast og maktstrukturarnir blóma. Hetta er uttan mun til um talan er um politik, átrúnað ella vinnulív. Óli dugir betur enn nakar blaðmaður ella politiskur viðmerkjari at lýsa kjarnuna í einum máli ella eini hvørji støðu. Við at lýsa kjarnuna er hann oftast ómetaliga beinrakin og kemur samstundis sannleikanum nærri enn hann kanska sjálvur er greiður yvir. Hann røntgenavmyndar tað uppblásta og óektaða og ger tað láturligt. Tað er ikki stuttligt at vera fyri, hevur mangur ásannað. Óli P. minnir sostatt eitt sindur um barnið í ævintýrinum Nýggi búni keisarans hjá H.C. Andersen.

Óli P. er eitt natúrtalent av teimum heilt sjáldsomu, og vit ynskja øll, at hann framyvir ansar væl eftir hesum talenti. Óli er framum alt stuttligur, men hann kann samstundis vera hvassur serstakliga, tá ið hann avmyndar hykl ella maktmenniskju, ið gera sær dælt av teimum mongu viðbreknu og verjuleysu skipanum í okkara lítla samfelag. Hetta kemur eisini til sjóndar, tá hann avmyndar fylgjurnar av skeivum ella illa umhugsaðum politiskum avgerðum. Hvør minnist ikki tekningina Vaktarskifti á Landsjúkrahúsinum. Hon er klassikarin í eini langari røð av hesum slagi av tekningum, ið avmynda tápuligar politiskar avgerðir, sum ongantíð skuldi verið tiknar - groteskar, rámandi, stuttligar og samstundis ikki sørt óhugnaligar tekningar, ið vit kortini ikki vildu verið fyri uttan.

Samfelagið er lítið, øll kenna øll og sera torført er mangan at kalla tingini við teirra røttu nøvnum uttan at hetta fær óhepnar fylgjur bæði á ein og annan hátt. Men Óli dugir hetta kynstrið at siga tað, sum onkur má siga - at seta orð á tað, sum ikki eigur at verða tagt burtur ella bara sleppur at fara aftur við borðinum. Hann hevur sagt meira um føroyska samfelagið enn fleiri doktararitgerðir tilsamans hava megnað. Jú víst kann Óli vera hvassur, men hann er samstundis heilt ómetaliga stuttligur. Hansara sublima humor og hansara geniala satira gera, at fá fólk taka sær tikni av skemtinum og oftast er hann hóast alt tann mildi. Listafólk, sum Óli gera okkum gerandisdagin lættari. Einki er so sunt fyri okkum menniskju sum at flenna, siga læknarnir. Óli fær okkum at flenna at teimum, sum tola tað. Hann fer ongantíð eftir tí veika ella eftir honum, sum liggur niðri, tí hann er sannur humanistur og hevur einki av tí misantropiska, ein við hvørt finnur hjá karikaturteknarum. Óli P. er ein sannur humoristur og satirikari í altjóða klassa. Føroyingar eru vorðnir góðir við Óla og hava tikið hann til síni hjørtu. Vit ynskja hjartaliga tillukku og gleða okkum til nógvar skemtiligar tekningar komandi árini.
Sosialurin