Tað sum vit kortini kunnu frøast um, er, at talið seinastu árini hevur liðið undir miðaltalinum øll árini, og tað merkir, at ferðslan er nógv tryggari. Fara vit aftur í sjeyti- og áttatiárini, so lá talið í fleiri ár væl oman fyri 10 deyð um árið.
Komandi sunnudagur er minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta er dagurin, tá vit seta ferðina niður og steðga á – og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni og tey, sum liva við missinum.
Hóast fyrsti bilurin kom til landið í 1922, so gjørdu bilarnir ikki veruliga innrás fyrr enn í seksti og serliga sjeytiárunum. Tað var eisini tá, at ferðsluvanlukkurnar vuksu nógv í talið. Tilvitskan um ferðslu var ikki á sama støði, sum í dag, bilarnir vóru ikki eins væl útgjørdir, trygdarútgerðin, sum var, varð ikki brúkt, og vegkervið var so nógv vánaligari, enn tað er í dag.
Bæði altjóða bilaídnaður og vega- og ferðslumyndugleikar hava gjørt nógv granskingararbeiði til tess at bæsa ferðsludeyðanum. Tá Ferðslutrygd longu í nítiárunum setti sær stevnuna um, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsliga skaða í ferðsluni – tann sokallaða null-hugsjónin, vóru tey mong, sum yptu øksl.
Men tað er av sonnum eitt gott mál at seta sær, og tað er eitt mál, sum er realistiskt, og sum kann náast í okkara lítla samfelag. Vit kunnu bara hugsa tann óhugnaliga tankan, at ferðsludeyðahagtølini í áttatiárunum, nítiárunum og í hesari øldini vóru eins stór og tey vóru í sjeytiárunum. So hevði talið á deyðum í ferðsluni ikki verið 272 – men gott og væl tað tvífalda!
Tað var Ingi Gunnarsson, sum tók stig til minningardag teirra deyðu í ferðsluni, har blómur verða lagdar á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni. Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum – og tað eggjar okkum til at steðga á eina løtu og á ein stillføran hátt at minnast tey, ið lótu lív á vegunum.
Samstundis sum vit minnast og virða, so fær eitt slíkt tiltak okkum at verða enn meira tilvitað um ferðslutrygdina og um at koyra soleiðis, at vit ikki koma okkum og øðrum í slíkar vandar, sum kunnu føra til ferðsludeyða.
Tí eru nógv vunnið við einum slíkum minningardegi, har vit øll kunnu gera okkara til at menna ferðslutrygdina á føroysku vegunum.