Seinastu árini hava fleiri flokkar latið fjølmiðlunum atgongd til hesar fundir, og hetta tilboð hava vit í Miðlahúsinum – sum oftast sum einasti miðil – tikið av.
Vit halda, at tað er av alstórum týdningi at varpa ljós á tað, sum fyriferst millum grasrøturinar í flokkunum – tað er har, sum fólkaræðið hjá okkum spírar, og tí kenna vit tað sum okkara skyldu at varpa ljós á tað, sum har fyriferst.
Ikki óvæntað er fyrsta yvirskriftin frá Tjóðveldinum »frælsi«. Flokkurin vísir á samgongupolitikkin, sum førir til kreppu og minkandi fólkatal, sum størsta hóttanin. Loysnin hjá Tjóðveldinum er at taka fulla ábyrgd fyri landi okkara, samtykkja egna stjórnarskipan, gera okkum óheft av danska blokkinum og skipa okkum sum sjálvstøðug tjóð, har alt tilfeingið er ogn Føroya fólks.
Undir yvirskriftini »javnrættindi« tosar flokkurin um norðurlendska vælferðarsamfelagið, um fjølbroyttari bústaðararknað, um realkreditt og um at seta bankunum krøv. Undir »javnrættindi« sigur flokkurin eisini, at at tey fara at taka støðu til at dagføra hjúnabandslógina, so tað er ikki vist, at tey samkyndu eru fevnd av javnrættindum Tjóðveldisins – tí tann støðan er ikki tikin enn.
Undir yvirskriftini »møguleikar« tosar flokkurin um at fáa skil á fiskivinnu og stovnsrøkt, um at menna nýggjar vinnur, stimbra íverksetan og styrkja ferðavinnuna. Fróðskaparsetur skal styrkjast við góðum og mennandi lestrar- og granskingarumhvørvi.
Flokkurin vil skapa eitt sterkt Kringvarp og sterkar fjølmiðlar, umframt undirvísingar- og samskiftismiðlar á føroyskum máli, og at Tjóðleikhús verður bygt beinanvegin – og flokkurin vil leggja um til grøna orku.
Alt hetta eru mál, sum fleiri helst kunnu nikka til. Men spurningurin er bara, hvussu hesin politikkur skal fremjast í verki.
Seinastu tíðina hevur orðaskifti verið um blokkpolitikk – ella hvør skal samstarva við hvønn. Tað skert ikki burt, at flokkar so ella so mugu tak støðu til tað. Tjóðveldi má velja, um flokkurin vil leggja dent á vælferð saman við Javnaðarflokkinum ella nationalstatin saman við Fólkaflokkinum.
Um flokkurin bara leggur dent á sín egna politikk – so kann oyðimarkargongdin halda fram í nógv ár afturat. Hinvegin hevur veljarin tørv á at vita, hvat eitt alternativ til verandi stjórn kundið verið.