ODDAGREIN: Nú er Jenis álitið

Nýggjasta veljarakanningin vísir, at sam­gong­an gongur 6,2 prosentstig aftur. Fólka­flokkurin missir ein ting­sess, og Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in miss­ir sína umboðan á tingi.

Tað er vert at merkja sær, at Fólka­flokk­ur­in fram­veg­is legg­ur rygg til størstu aft­ur­gongd­ina hjá sam­­gong­­­u­flokk­­u­­num, hó­ast hin­ir flokk­ar­nir í sam­gong­uni ferð eftir ferð fáa skot­ið í skógv­ar­nar, at sam­gong­an før­ir fólka­floks­pol­i­tikk.

Flokkurin hjá løgmanni miss­ir gott nokk 1,2 prosent av at­kvøð­u­num, men tað nervar ikki um­boð­an­ina á tingi, tí flokkurin fær fram­vegis átta fólk á ting. Her er vert at merkja sær, at løg­mað­ur av fleiri verð­ur skírd­ur at vera vorð­in í so høgr­a­vendu­r, síð­ani hann fór í hós­lag við Fólka­flokk­in og Jørg­en Nicl­a­sen. Fyrr­ver­andi for­mað­ur Sam­bands­floks­ins, Ed­mund Jo­en­sen hev­ur fleiri ferð­ir víst á hetta, sein­ast í tíð­ar­grein í Sosialinum sein­asta fríggja­dag, har hann bæði vísti á høgra­snar­ing hans­ara og á­huga løgmans fyri fullveldinum.

Men tølini tala løgmanni til fyri­mun­ar. Hann missir ikki ta und­ir­tøku, ið slíkur innanhýsis kritikkur átti at elvt til, og kunnu vit soleiðis stað­festa, at veljararnir hjá Sam­bands­flokki­num ikki í stóran mun taka undir við sosial-liberala veing­i­num hjá Ed­mundi Joensen, men held­ur høgra-radikalu linjuni hjá Kaj Leo Jo­hanne­sen.

At Sjálvstýrisflokkurin rýkur út er kanska ikki so løgið. Flokkurin hev­ur ikki fótað sær eftir vánaliga úrslitið á val­inum seinast – og tað hev­ur eftir øllum at døma ikki hjálpt, at flokk­ur­in kom upp í sam­­gong­­una og fekk politiska á­virk­an.

Miðflokkurin er tann, sum í pro­sent­um fær minstu afturgongdina: Hann gongur eitt hálvt prosent aft­ur – men varðveitir báðar ting­sess­ir­nar. Umframt ávaringarnar frá Ed­mundi Joensen, so er Jenis av Rana tann í samgonguni, sum hevur tal­að harð­ast at samgonguni. Hann hevur bein­leiðis hótt við at fara úr sam­gong­uni, um samgongan ikki broytti kós. Tað hevur sam­gong­an ikki gjørt, og Jen­is er framvegis part­ur av samgonguni. Ávaringar hans­ara verða neyvan tiknar í álv­ara longur, tí tú hóttir ikki fleiri ferð­ir, uttan at tað fær avleiðingar.

Men sambært veljarakanningini, so er tað júst Jenis av Rana, sum stend­ur við lyklinum til næstu sam­gong­una. Ein samgonga mill­um Javn­að­ar­flokkin og Sam­bands­flokk­in er valla møgulig við Kaj Leo Jo­hanne­sen sum løgmanni. Alt­ern­a­tiva samgongan er tí millum and­støðu­f­lokkarnar. Men teimum tørvar eina atkvøðu, hana hjá Jenisi av Rana, sum nú er trygdin fyri borg­ar­ligu samgonguni, sum enn hev­ur størra álitið millum velj­ar­ar­nar.