Amerikanski forestin hevur sum kunnugt kunngjørt eina nýggja strategi fyri Irak. Hann hevur tilnevnt nýggjan herovasta, ið er kendi generalurin Petraeus. Hesin hevur fingið til uppgávu at vinna kríggið og tryggja frið, lóg og landaskil í krígsherjaða landinum. Petraeus er ein av monnunum aftanfyri nýggju strategiina hjá USA í Irak. Henda strategi gongur í stuttum út uppá at økja talið av amerikanskum hermonnum við tjúgutúsund monnum. Hermegin skal framyvir nýta eina guerlillastríðstrategi og reinsa eitt nú Bagdad fyri tey uppreistrarlið, sum terrorisera býin. Irakiskir stjórnarhermen skulu í alt størri mát átaka sær ábyrgd av trygdini í landinum. Hartil kemur, at Peraeus vil hava sameindu herliðini at verða verandi í Irak í óasetta tíð fyri, at uppreistrarliðini ikki skulu hava ein fráfaringardag at líta fram til.
Amerikanski herleiðarin hevur boðað frá, at nú stendur og fellur øll tann irakiska verkætlanin við hesi nýggju strategi. Um nýggja tiltakið eydnast, fer Irak við tíðini at gerast eitt nútímans fólkaræði. Miseydnast nýggja strategiin hinvegin, so fer landið í upploysn í borgarkríggi, ruðuleika og átrúnaðarligum yvirgangi av versta slagi. Tað ber illa til at hugsa sær støðuna í Irak verri, enn hon longu er í dag. Fleiri amerikanskir eygleiðarar tala longu nú um borgarakríggj, og átrúnaðarligu stríðspartarnir eru lítið sinnaðir at samstarva. Hartil kemur, at onnur lond í økinum, serstakliga Sýria og Iran eftir øllum at døma meira ella minni leggja seg út í innanhýsisstríðið í Irak.
Tað er ein stórur spurningur, um nýggja strategiin hjá USA fer at virka í Irak. Tað, sum Irak hevur brúk fyri, er politiskar loysnir saman við eini sterkari og vælvandari demokratiskari innlendis her- og løgreglumegi. Tað er neyðugt at skapa politiskar loysnir, sum tryggja teimum trimum stríðandi pørtunum javnbjóðis politiska ávirkan og vissu fyri ikki at verða fyri vanbýti. Her er við øðrum orðum tørvur á álitisskapandi politikki við eini álitisskapandi strategi. Henda politikk megnar stjórnin hjá Maliki ikki at geva stríðandi pørtunum. Tað, sum USA og tess sameindu í Irak, eitt nú Danmark, eiga at gera, er at virka fyri sátt og semju. Irak hevur brúk fyri eini sáttar-og semjuskipan, sum kundi fingið partarnar at lata fortíðina fara og byrja av nýggjum. Einki bendir á, at USA ella irakiska stjórin, sum USA stuðlar, hava nakrar slíkar ætlanir. Heldur er tað tvørturímóti og seinasti deyðadómurin bendir á, at hildið verður fram við tí harðrendu hevndarsøkjandi og revsandi kósini. Flestu altjóða eygleiðarar meta tí, at nýggja strategiin fer at miseydnast og at ruðuleikin og ófriðurin í Irak fara at standa við og versna.
Sosialurin