Hetta er júst tað evnið, sum árliga jólatingið hjá Oljutinginum fer at taka upp í kvøld. Undan tinginum sigur nevndin í Oljutinginum, at flestu luttakarar í føroysku oljuvinnuni munnu vera samdir um, at fyrireikingarnar til oljuvinnuna vóru fyrimyndarligar og væleydnðar. Henda leist heldur Oljutingið, at vit eisini eiga at fylgja í framtíðini. Tískil fer Oljutingið at seta hol á kjakið viðvíkjandi einum møguligum føroyskum oljugrunni og hvussu ein slíkur kann skipast.
Í hesum sambandi hevur Oljutingið bjóðað Pal Haugerud, stjóra fyri deildini, sum umsitur oljugrunnin í norska fíggjarmálaráðnum til Føroya at greiða frá, hvussu norski oljugrunnurin er skipaður og hvønn týdning hann hevur fyri norska samfelagið. Eisini er Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum, boðin við at greiða frá, hvørja støðu hann hevur til ein føroyskan oljugrunn.
Nú er hetta kanska ikki tann mest "uppmuntrandi" tíðin at tosa um komandi inntøkur frá oljuframleiðslu. Tað er bert góður mánaði síðani, at vit fingu at vita, at lovandi boringin á landgrunninum ikki gav nakra olju. Kortini vita vit, at ikki færri enn tveir brunnar standa á skránni komandi tvey árini. Somuleiðis verður enn ein útbjóðing fyrireikað og síðani eru øll tey loyvini, sum vórðu latin í 2. útbjóðing. Vit kunnu tí vænta nógv leitivirksemi við Føroyar komandi árini. Stór boriverkætlan er eisini í gongd hinumegin markið. Umboð fyri Jarðfeingi hava eisini júst verið á ráðstevnu í London, har fleiri stór altjóða oljufeløg vístu Føroyum ans.
So tá oljutingið tekur spurningin um oljugrunn upp til orðaskifti má tað sigast at vera í tráð við ynskini hjá føroyingum um, at oljuvinnan, tá og um hon gerst ein stór og týðandi vinna her á landi, er so væl fyrireikað sum til ber.
Sosialurin