Veljarakanningar hava seinasta árið givið stjórnarflokkunum ringa undirtøku, og tað gera tær framvegis. Stjórnin hevur ein vakstrarpakka í umbúna, sum kann hjálpa upp á undirtøkuna – um ikki hjá leiðandi stjórnarflokkinum, so um ikki annað hjá teimum konservativu og Danska Fólkaflokkinum, sum báðir standa til at eiga tapið. Við øðrum orðum, so hevur Lars Løkke Rasmussen alt at vinna við at útseta valið sum longst.
Í Føroyum er støðan øðrvísi. Seinasta veljarakanningin vísir tað, sum vit á hesum stað hava fleiri ferðir hava mett, at Sambandsflokkurin terir burtur av tí stóru framgongd, sum veljarakanningar støðugt hava givið honum alt hetta valskeiðið. Tann seinasta gevur honum »bara« góð 25 prosent, sum hóast pen framgongd kortini er ein afturgongd í mun til hinar veljarakanningarnar.
Tað er eingin loyna, at tað er Tjóðveldi, sum heldur samgonguni millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin uppi.
Hetta hevur verið gjørt eitt nú við tí fyri eyga at broyta fiskivinnupolitikkin, sum vit eisini sóðu í sambandi við fiskidagarnar. Men nú er legitimiteturin hjá Tjóðveldinum fyri at halda Kaj Leo Johannesen við róðrið í Tinganesi líkasum við at brenna út. Spurningurin er, um Tjóðveldi kann fáa fleiri mál ígjøgnum, ella um alt bara endar í valstríði. Sambandsflokkurin hevur tí alt at vinna við at fáa eitt skjótt løgtingsval, so innanhýsis ósemjur og vantandi tamarhald hjá Kaj Leo Johannesen sum floksleiðari, ikki forkoma allari framgongdini, sum Sambandsflokkurin hevur.
Hinvegin hevur Javnaðarflokkurin nógv at vinna við at bíða sum longst. Hóast vit ikki hava sæð og hoyrt nógv til nýggja formannin seinastu tíðina – tað er nú eitt sindur løgið – so hevur flokkurin eina pena framgongd í mun til allar hinar veljarakanningarnar. Tí er nógv sum bendir á, at nýggja leiðslan hjá flokkinum kanska megnar at byrgja fyri tí totala katastrofuvalinum, sum øll útlit vóru til fyri nøkrum mánaðum síðani.
Meðan føroysku flokkarnir als onga ávirkan hava á, nær fólkatingsvalið verður útskrivað, so eru fyritreytirnar fyri løgtingsvalinum sera ymiskar. Men tað verður Tjóðveldi, sum ger av, hvussu leingi Kaj Leo skal haldast til róðrið. Spurningurin er tí, hvar er pínumarkið hjá Tjóðveldinum?